Eldur er í einum turbinubygningi á kjarnorkuverkinum Onagawa í landnyrðingspartinum av Japan, sum er eitt av teimum fimm kjarnorkuverkunum í landinum, sum steðgaðu eftir harða jarðskjálvtan í morgun.
Miljónir av heimum hava ongan streym.
Felagið, ið rekur orkuverkið, Tohuko Electric Power Co, vísir aftur, at reaktorarnir hava fingið skaða ella at teir hava geislavirknar lekar.
Eldurin kyknaði í einum bygningi, har ongin reaktorur er, skrivar The Mainichi Daily News.
Almenna japanska sjónvarpsstøðin NHK World sigur, at kølianleggið hjá reaktorinum virkar ikki.
Ellivu reaktorar
Higartil eru fimm kjarnorkuverk steðgaðr, eftir at ein jarðskjálvti við eini megi upp á 8,9 á Richter-talvuni rakti landið í morgun, sigur BBC.
Kjarnorkuverkini hava ellivu reaktorar.
Japonsku myndugleikarnir hava higartil ikki funnið nakran leka frá orkuverkunum, sigur Naoto Kan, forsætisráðharri, sambært Channel NewsAsia.
Undantaksstøða
Samstundis hava japonsku verjumyndugleikarnir lýst undantaksstøðu fyri kjarnorkuna í landinum, skrivar japanska tíðindastovan Jiji.
Sambært Reuters verður hetta bert gjørt, tá lekar við geislavirknum evnum eru staðfestir frá einum orkuverki ella um ólag er á køliskipanini hjá reaktorunum.
Umfatandi ábøtur
Seinastu fimm, seks árini hevur Japan framt stórar ábøtur á landsins kjarnorkuverkum til tess at brynja verkini ímóti jarðskjálvta.
– Japan hevur eina søgu við mongum jarðskjálvtum, og tað er meira enn so komið fyri, at kjarnorkuverk hava fingið rivur og aðrar skaðar á bygningarnar. Mær vitandi hevur hetta tó ongantíð ávirkað reaktorarnar ella trygdina, sigur Atle Valseth, trygdarstjóri á norska stovninum IFE (Institut for energiteknikk) við Teknisk Ukeblad.
Ætlanir eru um at gera bygningar og trygdina upp aftur betri. Sambært Atla Valseth eru kjarnorkuverk tryggjað ímóti vatnflóðum.
Steðga automatiskt
Kjarnorkuverkini eru vanliga gjørd soleiðis, at tey steðga automatiskt, fara ristingar í undirgrundini upp um eitt ávíst stig.
Í árunum 2004, 2005, 2007 og 2009 steðgaðu kjarnorkureaktorar automatiskt í Japan eftir ristingar í undirgrundini.
Í 1999 steðgaðu tríggir kjarnorkureaktorar, eftir ein oyðileggjandi jarðskjálvta í Taiwan. Orkuverkini fóru í gongd aftur tveir dagar seinni.
Í 1995, undir harða Kobe-Osaka jarðskjálvtanum, var nærmasta kjarnorkuverkið 110 km norðan fyri Kobe, óávirkað av ristingunum.
Ongin ávaring
Statens Strålevern í Norra fylgir við altjóða trygdarviðurskiftunum á kjarnorkuverkum, men higartil eru ongar fráboðanir komnar um skaðar á verkunum.
– Japonsk kjarnorkuverk hava fingið minni skaðar fyrr, men teir hava ongantíð verið somikið umfatandi, at teir hava verið til vanda fyri reaktorarnar. Jarðskjálvtarnir hava havt við sær, at japanar ikki byggja verk og bygningar, sum ikki tola jarðskjálvta, sigur Sverre Hornkjøl í Statens Strålevern við Teknisk Ukeblad.