Fíggjarætlanin hjá SEV fyri 2011 varð ikki avgreidd á eykaaðalfundinum í dag sum ætlað.
Eftir uppskoti frá størsta eigaranum í SEV, Tórshavnar kommunu, samtykti ein meiriluti av eigarunum at útseta støðutakanina til fíggjarætlanina til seinni í ár.
Sambært uppskotinum til fíggjarætlan hækkar elprísurin 15 oyru fyri kilowatt-tíman á nýggjárinum. Elveitingareftirlitið hevur góðtikið hesa hækking.
Við eini slíkari hækking roknar SEV við einum rakstrarhalli næsta ár uppá uml. 32 mió. kr. ímóti einum væntaðum halli í ár uppá uml. 52 mió. kr.
Óhóskandi og illa timað
Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt uppskotið vera bæði óhóskandi og illa timað.
Hann vísti í hesum sambandi m.a. á, at kommunurnar júst hava samtykt fíggjarætlanir sínar fyri næsta ár, uttan at hava kunnað tikið hædd fyri hesum óvæntaðu útreiðslunum.
26 av teimum 30 kommununum í landinum, sum eiga Elfelagið SEV, vóru umboðaðar á eykaaðalfundinum á Hotel Føroyum í dag.
Borgarstjórin í Havn helt, at SEV ístaðin fyri at hækka prísin, heldur átti at hugt inneftir og roynt at funnið neyðugar sparingar í rakstrar- og íløguútreiðslum sínum, so at borgarar og kommunur vórðu spardar fyri eina so høga elpríshækking í hesum tíðum.
38 atkvøður fyri
Tí mælti hann til at útseta støðutakanina til fíggjarætlanina til ein nýggjan eykaaðalfund seinni í ár við tí endamáli at viðgera uppskotið av nýggjum.
Hetta varð samtykt við 38 atkvøðum fyri og 23 ímóti.