Ferðamannaskipini verða elrikin í framtíðini

Rundferðir úr New York verða skjótt grønari við eini nýggjari ravmagnshavn, har skipini sleppa undan at brúka olju, meðan tey liggja við bryggju.

Í framtíðini verða ferðamannaskip ikki rikin við olju, men harafturímóti við ravmagni.
 
Ið hvussu er, meðan tey liggja við bryggju. 
 
Tað eru tey somikið sannførd um í Brooklyn Cruise Terminal í New York, at hetta skjótt kann kallast fyrsta ravmagns-havnin á amerikonsku eysturstrondini. 
 
Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, sigur, at grøna átakið fer at spara umhvørvið fyri 1.500 tonsum av koltvísúrni og ymiskum eiturevnum, sum skipini í havnini á hvørjum ári leiða út í atmosferuna. 
 
Skipini fara sjálvandi framvegis at nýta olju, tá tey sigla, men hugskotið er, at tey - tá tey liggja við bryggju - skulu knýtast í elnetið í býnum og sløkkja motorarnar, so tey ikki skulu brúka oljuorku til streym umborð. 
 
Reinari luft í New York 
 
Sparingin er stór, tí vanliga eru skipsmotorarnir í gongd í upp til 11 tímar, meðan tey liggja við bryggju. 
 
- Vit minka um útlátini frá fossilum brennievnum og bøta um luftgóðskuna hjá øllum íbúgvunum, samstundis sum vit halda fram við at bøta um havnaløg okkara, og talið á ferðafólkum veksur, sigur Bloomberg. 
 
Á amerikonsku vesturstrondini hava elektriskar dokkir verið í nýtslu í eina tíð, men hetta er tann fyrsta á eysturstrondini. 
 
Reiðaríið hjá einum av heimsins størstu ferðamannaskipum, Queen Mary, Cunard Lines, letur í løtuni skipið umbyggja fyri fleiri miljónir krónur, so tað verður ført fyri at taka ímóti streymi frá havnini. 
 
Ætlanin er at taka nýggju skipanina í brúk í 2012.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking