FDM fylgir við elbilaroynd

2.400 danskir bilførarar taka lut í størstu elbilaroyndini í Evropa, sum fer fram í 29 kommunum.

Onkur má fylgja við, og tað kann tað sama vera FDM. Danska brúkarafelagið hjá bilførarum er júst vorðin partur av størstu elbilaroyndini í Evropa, testenelbil.dk. Í tvey ára royndartíðini skulu 300 elbilar royndarkoyrast av 2.400 royndarkoyrarum, og FDM er við sum varðhundur hjá royndarkoyrarunum.

Stjórin í fyritøkuni, ið stílar fyri royndini, ChoosEV, heldur, at tað er av stórum týdningi, at FDM er við sum partur av hesi royndini.

- FDM er ein sera týdningarmikil samstarvsfelagi hjá okkum. Tað er jú millum núverandi bilførarar, at vit skulu finna framtíðar elbilførararnar, og vit vilja fegin gera tað so væl sum gjørligt frá byrjanini. Harumframt er tað virðismikið at hava atfinnarar við. Tað ger, at elbilurin verður kekkaður uppaftur betur, sigur Henrik Isaksen, stjóri í ChooseE, við Jyllands-Posten.

Royndarkoyring í 29 kommunum

Í FDM eru tey áhugaði í at taka sær av teimum 2.400 royndarkoyrarunum, ið luttaka í royndini, og í at fáa lut í nøgdunum av data, sum royndartiltakið útvegar. FDM tryggjar áhugamálini hjá royndarkoyrarunum – m.a. við at hjálpa við at gera sáttmálar til luttakararnar.

- Vit liva í eini spennandi tíð innan flutning við stórum fokusi á at finna alternativ til oljuna. Elbilurin fer uttan iva at hava ein stóran leiklut í framtíðar flutninginum, sigur Torben Lund Kudsk, ráðgevi hjá FDM.

Royndarkoyrararnir úr Høje Tåstrup kommunu hava júst fingið sínar elbilar. Royndartiltakið fer fram í 29 kommunum. Á www.testenelbil.dk er meira um verkætlanina.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking