Ein maskinverkfrøðingur úr Týsklandi gjørdist so keddur um útfasingina av gløðiperuni, at hann fór í holt við at leita eftir holum í ES-lóggávuni, sum longu hevur fingið ruddað gløðiperur yvir 60 watt av marknaðinum.
Og skálkurin fann eitt hol, sum hann kundi brúka.
Av tí at gløðiperur júst eru óeffektivar og bert brúka 5 prosent av orkuni uppá at framleiða ljós og brenna restina av sum hita, fann hann útav, at tað var púra lógligt at selja perurnar sum hitatól ístaðin fyri sum ljóskeldur.
Tí er hann - saman við svágri sínum - farin undir at selja 75 og 100 watt perur við E27 og E14-fatningum, sum eru framleiddar í Kina, og sum hann innflytir sum "smá hitatól" undir navninum Heatballs, skriver Yahoo News.
Uppreistur ímóti ódemokratiskari lóggávu
Siegfried Rotthaeuser, sum verkfrøðingurin eitur, hevur stovnað eina heimasíðu – heatball.de – har hann lýsir perur sínar sum ’performance list’ og sum mótmæli ímóti eini lóggávu, sum hann heldur, er sett í verk uttanum demokratiskar og parlamentariskar mannagongdir. Harumframt kallar hann Heatballin ’bestu uppfinning síðani gløðiperuna’.
Og hetta hevur fyribils víst seg at vera ein fín forrætning. Fyrsta sendingin uppá 4.000 ’hitatól’ varð útseld eftir bert trimum døgum fyri ein prís uppá góðar 12 krónur stykkið. Av hesum gevur Siegfried Rotthaeuser 2,25 krónur til regnskógarverkætlanir, sum hann heldur gevur betri umhvørvisliga meining enn at framleiða lágorkuperur við eitraðum kyksilvuri.