Elnýtslan minkaði ikki stórvegis, men var hinvegin 84 prosent burðardygg
Earth Hour ella tími jarðarinnar í ár var leygarkvøldið 26. mars kl. 20.30 – 21.30. Endamálið við hesum afturvendandi átaki, sum verður hildið um størsta partin av heiminum, er at varpa ljós á umhvørvið – ein áminning á fólk um at geva náttúruni gætur og m.a. at minka um elnýtsluna fyri at verja umhvørvið.
Í Føroyum varð skipað fyri tiltøkum kring landið, har fólk høvdu møguleika til at leita sær út í náttúruna, og heitt varð á fólk um at nýta hetta høvið til at sløkkja ljósið, sjónvarpið, telduna osfr. og heldur geva náttúruni og hvør øðrum gætur. Eisini fyritøkur og kommunur eru við, og eitt nú verða gøtuljósini í flestu kommunum sløkt.
Fyri at kunna meta um undirtøkuna fyri hesum átaki, fylgja vit á SEV við, um og hvussu elnýtslan minkar hesa løtuna.
Í ár minkaði elnýtslan í samfelagnum hendan tíman við 2,86 MW, sum er meira enn í 2019, men nakað minni enn í fjør og væl minni enn í 2020, tá lastin hjá SEV hesa løtuna minkaði við 4,78 MW, sum svarar til ársnýtsluna hjá einum miðal húsarhaldi. Við øðrum orðum vóru fólk ikki líka røsk at sløkkja ljós og onnur eltól í ár sum í 2020.
Elframleiðslan í tíma jarðarinnar kom niður á 40,55 MW, og av teimum vóru 84 prosent burðardygg orka, harav ávikavist 47 prosent vatnorka og 35 prosent vindorka, sløk 2 prosent biogass, meðan oljan stóð fyri 16 prosentum.