Fá greiði á elrokningini

Fá greiði á elrokningini
Fyrsta elrokningin í ár fevnir um januar og februar, og restina av árinum fært tú eina rokning um mánaðin. Her er ein nærri frágreiðing um nýggju rokningarnar frá SEV.

SEV sendir nú elrokningarnar út í nýggjari uppseting, og henda fyrsta rokningin gevur eisini yvirlit yvir metta nýtslu 2013 og árið, ið fór.
            Fyrsta rokningin fevnir um januar og februar, og gjaldsfreistin er 10. mars. Rokningin og metta nýtslan eru útgreinað á teimum fýra síðunum. Býtir tú t.d. upphæddina á síðu 3 í helvt, fært tú mánaðarliga gjaldið fyri streymkostnaðin í ár. Faldar tú hereftir mánaðargjaldið við 12, fært tú streymkostnaðin til samans fyri 2013.
Lati okkum ganga ígjøgnum rokningina síðu fyri síðu.

EL-ROKNINGIN

 
Síða 1
Her sæst, hvat streymkostnaðurin til samans var í 2012. Síðani sært tú á aðru reglu, hvat tú hevur goldið á kontu í farna árinum. Hesi tølini eru íroknað MVG og fasta gjaldið fyri málaran. Eisini fært tú á fjórðu reglu at vita, um tú hevur goldið ov nógv ella ov lítið fyri 2012. Síðani kemur metti kostnaðurin fyri januar og februar 2013, sum er grundaður á nýtsluna í 2012. Talið niðast á síðuni er tað, tú skalt rinda fyri januar og februar 2013. Hevur tú goldið ov nógv fyri farna árið, er munurin drigin frá í hesum talinum, og hevur tú goldið ov lítið, er munurin lagdur afturat í hesum talinum.
Síða 2
Kostnaður til samans fyri 2012 verður her útgreinaður í streymgjald, fasta gjaldið fyri málaran og MVG. Harumframt fært tú eisini eitt yvirlit yvir streymnýtsluna í kWh, og hvussu nógv ein kWh kostar. Her verður eisini víst, hvørt tú hevur rindað ov nógv ella ov lítið.
Síða 3
Henda síðan er yvirlitið yvir mettu nýtsluna fyrstu tveir mánaðirnar í 2013, sum er gjald á kontu til SEV. Metingin tekur støði í farna árinum. Kostnaðurin til samans er eisini her greinaður í streymgjald, fast gjald fyri málaran og MVG.
Síða 4
Her finnur tú samlaðu nýtsluna í kWh 2009-2012. Gongdin í streymnýtsluni seinastu fýra árini er lýst við einari stabbamynd.

Rokningarnar verða frameftir sendar út eina ferð um mánaðin á bústaðin hjá teimum, sum ikki eru í sjálvvirkandi GjaldSkipanini í peningastovnunum. Hini síggja rokningina  á gjaldsyvirlitinum frá peningastovnunum.
 
Nýggja skipanin við elrokningum verður tongd at skipanini við fjaravlestri av málarum, sum væntandi verður sett í gildi seinni í ár. Fjaravlesturin hevur við sær, at SEV kann lesa streymnýtsluna hjá einstaka brúkaranum beinleiðis av høvuðsskrivstovuni í Havn.
Higartil eru umleið 13.000 málarar bundnir í fjaravlesturin, og tað er gott og væl helvtin av øllum málarunum í landinum, sum eru slakir 25.000 í tali. SEV heldur fram at binda málarar í fjaravlesturin komandi árini, og roknað verður við, at við árslok í ár vera til samans 16-17.000 málarar uppi í avlestrarskipanini. Miðað verður eftir, at allir málarar eru bundnir í fjaravlesturin við ársenda í 2015.
            Fjaravlesturin hevur við sær, at skipanin við gjaldi á kontu og mettari nýtslu – t.v.s. hevur tú goldið ov lítið ella ov nógv – heldur uppat. Sostatt fara brúkararnir frameftir, tá ið mánaðurin er liðugur, at rinda ta veruligu streymnýtsluna beinanvegin, sum SEV lesur beinleiðis.
            Skipanin við fólkum, sum trúføst hava lisið málarar av kring alt landið, fer sostatt eisini so líðandi í søguna.
 
 

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking