Eysturoy og Norðoyggjar eitt rakstrarøki

SEV legði Eysturoy og Norðoyggjar saman í eitt kaðal- og linjuøki, tá Norðoyatunnilin var tikin í nýtslu.

Norðoyatunnilin hevur eisini havt sína ávirkan á dagliga arbeiðið í SEV.

Eysturoy og Norðoyggjar hava áður verið tvey rakstrarøki, tá talan hevur verið um kaðal- og linjuarbeiði, men tá Norðoyatunnilin var tikin í nýstlu, vóru hesi øki løgd saman.

Landafrøðiligi teinurin millum økini var ov langur, tá ferjusambandið var einasti møguleiki at ferðast millum Eysturoynna og Norðoyggjar, um brek vóru á linjum og kaðlum, og tí var neyðugt at hava Norðoyggjar sum serstakt rakstrarøki. Norðoyatunnilin hevur havt við sær, at linju- og kaðalmenn nú kunnu flyta seg skjótt millum oyggjarnar, og tískil eru økini løgd saman.

Støðin í Skálabotni, sum hevur verið høvuðsstøð fyri Eysturoynna, er nú høvuðsstøð fyri alt økið. Seks linju- og kaðalmenn hava støð í Skálabotni, og tríggir hava støð á Strond við Klaksvík. Hesir níggju kunnu síðani flyta seg runt á øllum rakstrarøkinum eftir tørvi. Hallur Biskopstø er kaðal- og linjumeistari fyri alt økið.

Eitt sonevnt byggilið, sum bert fæst við serlig nýbyggingar- og umvælingararbeiði, var fyri samanleggingina undir kaðal- og linjumeistaranum í Skálabotni, men av tí at hetta rakstrarøkið er vaksið munandi, vísa hesir nú til Jón Nielsen, sum er kaðal- og linjumeistari fyri Streymoy, Vágoy og Sandoy.

Steen Juul Pedersen, sum fyrr var kaðal- og linjumeistari í Eysturoynni, starvast nú í Vestmanna, har hann er vorðin leiðari fyri innkeypinum, høvuðsgoymsluni og verkstaðnum. Harumframt hevur hann eisini um hendi nakrar uppgávur, sum Finn Jakobsen rakstrarleiðari hevur ábyrgdina av.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking