Eyka umboðsnevndarfundur um elveitingarlógina

Mikudagin 21. mars fer umboðsnevndin hjá SEV at viðgera eitt broytt uppskot um elveitingarlóg, sum SEV, kommunufeløgini og Jarðfeingi hava evnað til

Umboðsnevndin hjá SEV fer á eyka umboðsnevndarfundi mikudagin 21. mars at viðgera eitt broytt uppskot til elveitingarlóg. SEV sendi herfyri eitt hoyringsskriv til Vinnumálaráðið, eftir at Vinnumálaráðið hevði sent út eitt uppskot um elveitingarlóg.

SEV og bæði kommunufeløgini funnust at uppskotinum og heittu á landsstýrismannin um seta seg saman við kommunufeløgunum og SEV at orða eitt nýtt uppskot. Landsstýrismaðurin eftirlíkaði ynskinum, og SEV, kommunufeløgini og Jarðfeingi hava nú orðað eitt nýtt uppskot, sum umboðsnevndin hjá SEV skal viðgera á eyka umboðsnevndarfundinum mikudagin.

Umboðsnevndarfundurin, sum verður á Hotel Føroyum, er almennur.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking