Danska Dong er millum stigtakararnar, sum hava sent út eina felags fráboðan um veðurlagsmálini fram ímóti 2020, skrivar Politiken.dk.

Sambært feløgunum er ein slík ætlan einasti møguleikin hjá ES, um ætlanin er at sita í búskaparliga oddasessinum í framtíðini.

25 ella 20 prosent

Stóri spurningurin er, um niðurskurðurin skal vera 25 prosent í mun til 1990 eller 20 prosent, sum fyrr samtykt.

Í fráboðanini siga stjórarnir í teimum seks feløgunum seg taka undir við teimum 25 prosentunum hjá Hedegaard:

- Sum stjórar fyri evropeiskum veitingarverkum mæla vit evropeiskum leiðarum til at fara longur enn 20 prosent niðurskurð av vakstrarhúsgassum. Hetta fer at elva til eitt sunt og marknaðarrikið ES-íleggingarveðurlag fyri burðardyggari orku og fáa Evropa aftur í oddasessin í umskiftinum til eitt vælferðar- og kolevnisfátækt Evropa, skriva teir sambært Politiken.dk.