ES røkkur neyvan máli sínum um 20 prosent varandi orku í 2020, sjálvt um ætlanirnar hjá einstøku londunum vísa, at hetta saktans kann lata seg gera.
Tað heldur Stine Grenaa Jensen, leiðandi ráðgevi í Dansk Energi, sum røkir áhugamálini hjá donsku elfeløgunum.
- Fortreytin er ein ovurhonds stór útbygging av elnetinum, og tað er órealistiskt. Og so byggja nógvar av ætlanunum á alt ov bjartar vónir um tøkniliga menning, sigur Stine Grenaa Jensen við Nyhedsbladet Dansk Energi.
Hon vísir á, at sambært ætlanunum skal meira enn helvtin av ES-málinum røkkast við hjálp av biomassa, har væntast kann, at tað fer at standa á við veitingunum. Talan er ikki bert um at byggja eina rúgvu av nýggjum orkuanleggum, men ein logistikkur skal eisini gerast, ið skal tryggja ein veldugan innflutning av viði, flísum og øðrum biomassa-tilfari.
Vindorka er ætlað at nøkta ein annan munandi part av lessinum í mun til málini hjá londunum innan varandi orku, men her vísa seinastu tølini eina linking á evropeiska marknaðinum, sigur hon.
Sólsellur storma fram
Sólsellur harafturímóti hava tikið øll á bóli í 2010 við eini samlaðari sølu í Evropa upp á sløk 12.000 MW.
- Vit hava sæð eitt stórt prísfall á sólsellum, og fleiri lond hava fyrimunarligar stuðulsskipanir, sigur Stine Grenaa Jensen við Nyhedsbladet.
Hon væntar, at sólsellu-útbyggingin eisini fer at vaksa næstu árini.
Orkueffektiviteturin eisini betrast
ES hevur eisini eitt sjálvboðið mál um 20 prosent betri orkueffektivitet í 2020.
Her er fyribils líkt til, at limalondini samanlagt bert megna helvtina, og tess verri tað gongur við orkueffektivitetinum, tess meiri varandi orka skal til fyri at røkka málinum.
Sum nevnt er málið um 20 prosent varandi orku av orkunýtsluni eitt samlað mál fyri alt ES. Hvørt einstakt land hevur síðani fingið sítt egna mál alt eftir náttúrugivna tilfeinginum og hvussu langt londini frammanundan vóru komin við útbyggingini av sól, vindi og biomassa.
Í Danmark stóð varandi orka fyri 19,7 prosentum av orkunýtsluni í 2010.