Frálandamarknaðurin fyri vindmyllur fer at vaksa 43 pst. um árið hetta til 2015.
Tað væntar vindorkuráðgevingarfelagið Make Consulting í eini nýggjari frágreiðing, skrivar Ritzau-tíðindastovan.
Serliga evropeiski marknaðurin gongur undan á hesum øki, men eisini kinverjar eru rættiliga væl við.
- Marknaðirnir í Bretlandi og Týsklandi fara at standa fyri umleið 50 pst. av nýggju frálandaútbyggingunum í hesum tíðarskeiðnum. Í Asia liggur Kina klárt á odda og verður væntandi næsti stóri frálandamarknaðurin, skrivarr Make.
80 pst. vøkstur eftir einum ári
Í 2009 vórðu frálandavindmyllur við einum samlaðum kapasiteti uppá 620 megawatt (MW) settar upp. Hetta er ein vøkstur uppá ikki minni enn 80 pst. í mun til 2008.
Meðan roknað verður við Evropa og Kina sum lokomotivum fyri frálandavøkstrinum, haltar USA afturúr. Make staðfestir, at enn er framvegis ongin frálandapark sett upp í landinum, og at politisk viðurskifti skapa forðingar fyri framburði.