Evropa framvegis á odda innan sjóvindorku í 2020

Fram til 2020 fer Evropa framvegis at standa fyri 70 prosentum av alheims útbyggingunum av sjóvindmyllum.

Alheimsmarknaðurin fyri sjóvindmyllur liggur í dag í Evropa - og tað fer meginparturin av marknaðinum framvegis at gera bæði í 2014 og í 2020, sjálvt um serliga kinverjar av álvara fara at gera vart við seg fram til 2020.

Hetta stendur í nýggju frágreiðingini hjá BTM Consult um Offshore Wind 2010, sum varð almannakunngjørd í dag.

Fram til 2014 fer frálanda-útbyggingin í Evropa - sum í høvuðsheitum fer fram í týskum og bretskum farvøtnum, tætt við Danmark - at hava eitt marknaðarvirði uppá umleið 235 miljardir krónur, og sambært frágreiðingini liggja danskar fyritøkur væl fyri til hesar bíleggingar, harav stórur partur longu liggur í ordrabókunum hjá fyritøkunum.

Kinverjar á vøllin

Ikki fyrrenn í 2020 koma kinverjar av álvara á vøllin við frálanda vindorku, sjálvt um teir longu nú hava kick-startað frálanda-menningina við at seta eina 102 MW sjómyllupark upp við 3 MW vindmyllu-sløgum, sum varð sett í rakstur út fyri Shanghai í ár.

- Vit byggja hesar metingar á royndirnar higartil, ið siga, at tað rætt og slætt tekur tíð at fáa ment frálanda-tøknina og fáa allan logistikkin uppá pláss í sambandi við eina frálanda útbygging. So vit rokna ikki við, at kinverjar megna at seta meiri enn umleið 2.100 MW upp innan 2020, sigur Birger Madsen, stjóri í BTM Consult.

Í USA gongur hinvegin ógvuliga seint við útbyggingum innan frálanda vindorku. Higartil eru bert tríggjar verkætlanir í Norðuramerika komnar so nøkulunda á skinnararnar.

Frágreiðingin hjá BTM Consult roknar eisini við, at frálanda vindorka samanlagt fer at økjast munandi fram ímóti 2020 í nýggjum kapasiteti: Úr 2,1 GW í dag til 7,5 GW í 2020. Og at frálanda-parturin av samlaðu nøgdini av alheims vindorkukapasitetinum sostatt fer at hækka úr 1,8 prosentum í dag til 7,5 prosent í 2020.

Avgerandi at tøknin gerst bíligari

Roknað hevur fyrr verið við einum skjótt vaksandi frálanda marknaði í ymsum frágreiðingum. At hesin marknaður nú av álvara fer at taka seg upp, byggir Birger Madsen serliga á, at bretar síggja út til at halda fast um sínar framsøknu útbyggingarætlanir, sum røkka fram til 2014:

- Men eftir 2015 er avgerandi fyri stóra vøksturin, at tað eydnast frálanda-vinnuni at gera tøknina millum 20 og 30 prosent bíligari, tá tað snýr seg um prísin fyri hvønn framleiddan kilowatt-tíma. Annars verður ongin vøkstur á sjónum og myllurnar enda uppi á landi, sigur hann.

Av teimum 2,1 GW av sjóvindorku, ið eru sett upp í dag, stendur Bretland fyri 894 MW og Danmark fyri 625,9 MW. Nummar trý á listanum er Holland við 246,8 MW av frálanda vindorku.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking