Evropa hevur harðliga brúk fyri bæði tekniskum standardum og einsháttaðum politikki fyri elbilum.
Umboð fyri evropeisku orkufeløgini, útgerðarveitarar, bilídnaðin, politikarar o.o. vóru í síðstu viku gestir hjá Eurelectric í Bruxelles fyri at tosa um elbilar og skapa eina felags støðu til vaksandi, nýggja marknaðin av ljóðveikum og veðurlagsvinarligum akførum.
- Evropa hevur harðliga brúk fyri bæði felags tekniskum standardum og einsháttaðum politikki fyri elbilum, sigur Anders Holm Foosnæs í Dansk Energi, sum er limur í Eurelectrics EV task force, sambært danskenergi.dk.
Neyðugt við stórum íløgum
Danski ES-tinglimurin, Britta Thomsen, var høvuðsrøðari á fundinum. Hon tekur fult undir við fleiri elbilum á evropeisku vegunum og leggur í hesum sambandi stóran dent á tørvin á íløgum í løðingarundirstøðukervið, standardir og koblingina millum elbilar og snilda (intelligenta) elnetið.
Eurelectric mælir til, at snild løðing av elbilum verður sett í verk samstundis sum hópmarknaðurin fyri elbilum veksur. Ein samskipað og stýrd løðing av elbilum fer at gera eina integratión møguliga fyri einum størri parti av varandi orku í skipanini. Samstundis fær eigarin av elbilinum eina betri tænastu.