Íbúgvarnir í ES skulu hava rætt til rættvísar og gjøgnumskygdar elprísir.
Tað er boðskapurin í einum nýggjum uppskoti frá ES-nevndini. Uppskotið skal forða fyri, at prísirnir á el og gassi eru ónatúrliga høgir, skrivar epn.dk.
- Okkara orkumarknaðir eru óheftir. Marknaðarmisbrúk í einum limalandi ávirkar ofta prísirnar í einum øðrum landi, sigur orkukommisserurin í ES, Günther Oettinger, um orsøkina til nýggju ES-reglurnar.
Vil forða fyri príshækkingum
Uppskotið frá ES-nevndini bannar nýtslu av insidervitan um elsølur bæði frá fyritøku til fyritøku og um sølan fer fram á einum elkeypskála.
Harumframt skal forboð eisini setast fyri at gera avtalur við tí fyri eyga at trýsta prísin á el upp í loft, eins og bannað eisini skal vera at spjaða ósonn tíðindi í eini roynd at ávirka prísirnar.
Günther Oettinger vísir á, at prísirnir á elkeypskálunum í stóran mun ávirka endaprísirnar, sum íbúgvarnir í ES enda við at rinda.
- Tað er umráðandi at tryggja umfatandi reglur á ES-stigi til tess at tryggja, at borgararnir kunnu hava álit á, at prísirnir eru ásettir rættvíst, soleiðis at teir kunnu fáa fulla nyttu av orkumarknaðinum, sigur Oettinger.
Enn ikki góðkent
ES-nevndin vil hava ES-stovnin fyri samstarvi millum orkuregulatorar (ACER) at umsita nýggju reglurnar, um tær verða samtyktar.
Uppskotið skal góðkennast av bæði ES-tinginum og ES-limalondunum, áðrenn tað er endaliga samtykt.
Hendir tað, væntar ES-nevndin, at nýggju reglurnar koma í gildi í 2012.