ES samtykt framsøkna veðurlagsætlan

Talan um stóran politiskan sigur fyri Connie Hedegaard, veðurlagskommisser hjá ES.

ES-nevndin samtykti í gjár ætlanina hjá Connie Hedegaard, veðurlagskommisseri, um, hvussu framsøkin ES-veðurlagspolitikkurin skal vera. 

Stóri spurningurin hevur verið, hvussu mongum prosentum ES skal skerja CO2-útlátið við innan 2020 í mun til støðið í 1990, og hesin bardagin er nú endaður við Connie Hedegaard sum sigursharra.Nýggja koyriætlan slær fast, at ES skal skerja við 25 prosentum ístaðin fyri 20 prosentum.- Hetta er eitt stórt og framsøkið stig frameftir, og hetta má metast sum ein stórur politiskur sigur fyri Connie Hedegaard, sigur Per Meilstrup, veðurlagsritstjóri á Mandag Morgen, sum eisini hevur skrivað fleiri bøkur um veðurlagspolitikk, við Politiken.Skerjingin skal henda á heimavølliKoyriætlanin slær samstundis fast, at skerjingin skal henda á heimavølli í ES-londunum og ikki við hjálp av keypi av CO2-kredittum í menningarlondunum, sum galdandi hevur verið higartil.Hetta merkir, at talan í roynd og veru er um eina størri øking av CO2-niðurskurðinum, enn vit gera okkum far um, greiðir Tarjei Haaland, veðurlags- og orkumeðarbeiðari hjá Greenpeace, frá.- Í veruleikanum kann sigast, at hetta svarar til, at ES fer upp á 30 prosent CO2-niðurskurð, sigur hann. - Við skerjingarmálinum upp á 20 prosent, har keyptir kredittir kundu standa fyri einum parti av niðurskurðinum, hevur CO2-skerjingin á heimavølli í veruleikanum ligið undir 15 prosentum, og nú skal hon upp á 25 prosent. So talan er um eina øking av CO2-niðurskurðinum upp á meira enn 10 prosent, sigur Tarjei Haaland.Harður dystur um neyðsemjurSeinastu mánaðirnar hevur stór mótstøða verið ímóti setninginum hjá Connie Hedegaard um at økja CO2-niðurskurðin, bæði innanhýsis í nevndini og frá stórum fyritøkum. Günther Oettinger, orkukommisserur, hevur millum annað sagt, at ein CO2-niðurskurður upp á 30 prosent fer at elva til eina "avídning av Evropa her og nú", og størsta lobbyfyritøkan hjá ES, Business Europe, hevur sent eitt bræv til veðurlagskommisserin, har ávarað verður ímóti at økja CO2-niðurskurðin.Sjálvt um Connie Hedegaard hevur fingið gjøgnumtrumfað, at CO2-niðurskurðurin hjá ES skal vera størri, seta neyðsemjur dám á veðurlagsætlanina, heldur veðurlags- og orkumeðarbeiðarin hjá Greenpeace, Tarjei Haaland.- Nøkur fá punkt eru, sum vísa, at Connie og veðurlagskommisiónin hava verið noydd at taka snápulin eitt sindur inn til sín. Connie Hedegaard hevur verið fyri hørðum lobbyvirksemi frá millum øðrum Business Europe og nøkrum øðrum kommisserum, so trýstið á hana hevur ovurhonds stórt, sigur hann.Hann vísir millum annað á, at tað í fyribils útkastinum til koyriætlanina, sum lak út fyri einum lítlum mánaða síðani, vóru tøl á, hvussu mong tons av teimum umstríddu CO2-kvotunum skuldu togast út úr marknaðinum, og at tey eru horvin í endaligu koyriætlanini. Per Meilstrup heldur eisini, at talan er um eina neyðsemju, men ikki eina uttan vinnara: - Talan er um eina neyðsemju, men hon má avgjørt metast sum ein sigur fyri veðurlagskommissiónina. Tað kann væl vera, at CO2-niðurskurðurin bert verður øktur við fimm og ikki tíggju prosentum, men hann verður hóast alt øktur, sigur hann.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking