ES-politikarar kúvenda - vilja hava gløðiperurnar aftur

Eftir eina skakandi frágreiðing frá týska umhvørvismyndugleikanum UBA krevja nú nakrir ES-politikarar, at forboðið ímóti gløðiperum verður sett úr gildi, og at tað ístaðin skal vera galdandi fyri orkuspariperur.

Týski umhvørvismyndugleikin UBA vil vera við, at kyksilvureiturið, ið kemur úr eini orkuspariperu sum brotnar, brýtur loyvda markvirðið 20 ferðir. Markvirðið er 0,35 mikrogramm fyri kubikkmeturin.

Hetta hevur fingið fleiri ES-politikarar at rakna við, og teir krevja nú, at avgerðin um at útfasa gløðiperurnar verður tikin aftur.

Herbert Reul, ið situr í ídnaðarnevndini hjá ES-tinginum, sigur við týsku tíðindastovuna Welt Online:

- Eg fari at gera alt, ið stendur í míni makt, fyri at fáa forboðið ímóti gløðiperunum sett úr gildi, og at tað ístaðin skal vera galdandi fyri orkuspariperur.

Hann heldur, at ES-nevndin rekur ein súmbolskan veðurlagspolitikk, sum hvørki gagnar veðurlagnum ella umsorganini fyri fólkaheilsuni.

Ikki einsamallur

Silvana Koch-Mehrin, varaformaður í ES-tinginum, tekur undir við atfinningunum hjá Herbert Reul:

- So leingi vísindalig prógv eru fyri, at orkuspariperur kunnu elva til skaða á fólk, eigur ES at seta gløðiperuforboðið úr gildi - í øllum førum fyri privat húsarhald.

Tað kann ikki vera rætt og rímiligt, sigur hon við Welt Online, at vit í umhvørvisverndarinnar navni banna vælumtóktu gløðiperuni og avloysa hana við heilsuskaðiligum vørum.

Silvana Koch-Mehrin sigur, at hon sum mamma bara kann geva øðrum foreldrum tey ráð ikki at brúka orkuspariperur í barnakømrunum.

Síðani september 2009 eru bæði 100 W og 75 W gløðiperur vorðnar bannaðar. Í september í ár verða eisini 60 W-perur bannaðar, og næstu árini verða 40 og 25 W-perur somuleiðis bannaðar.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking