ES lovar miljardir til grøna orku

Veðurlagskommisserurin Connie Hedegaard letur pengakassan hjá ES víðopnan og lovar miljardir til verkætlanir, ið kunnu tryggja ES meira veðurlagsvinarliga orku.

ES hevur latið upp fyri umsóknum til heimsins størstu stuðulsjáttan til verkætlanir innan varandi orku og kolevnisgoymslu.

Næstu árini ætlar ES at brúka tilsamans 33,5 miljardir krónur til í minsta lagi 42 verkætlanir, ið skulu skapa meira veðurlagsvinarliga orku og vera við til at fáa bilbugt við alheims upphitingina. Øll limalondini fáa pengar til í minsta lagi eina og í mesta lagi tríggjar verkætlanir.

- Hetta kann geva neyðugu framdriftina og tryggja, at ES varðveitir oddasessin, tá tað kemur til veðurlagsvinarliga tøkni, sigur ES-veðurlagskommisserurin, Connie Hedegaard, í einum tíðindaskrivi.

Pengarnir koma frá sølu av CO2-kvotum

Mongu miljardirnar á veðurlagskontuni koma frá inntøkunum frá søluni av 300 miljónum CO2-kvotum til ídnaðin.

ES-stuðulin kann tó í mesta lagi vera helvtin av samlaðu fíggingini av eini verkætlan. Tí er eisini neyðugt við fíggjarligum stuðuli úr ríkiskøssunum hjá limalondunum ella privatum stuðulsveitarum.

Av teimum í minsta lagi 42 verkætlanunum, ið kunnu rokna við ES-stuðuli, er frammanundan avgjørt, at átta verkætlanir skulu snúgva seg um at goyma kolevni í jørðini.

Hinar verkætlanirnar skulu viðvíkja menning av nýggjum innovativum tøknum innan varandi orkukeldur sum vindorku, vatnorku, jarðarorku og sólsellur.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking