ES-londini innflyta ikki minni enn 96 prosent av oljuni, tey nýta, og í fjør kostaði hetta 210 mia. evrur (uml. 1650 mia. kr.).
Nú mælir aðalstjórin fyri flutningi hjá ES-nevndini til, at limalondini sum skjótast fara undir at gera seg minni heft av oljuni.
- Útseta vit hetta, kunnu vit um fá ár verða noydd til at skerja flutning og flytføri okkara munandi og innflyta tekniskar loysnir úr øðrum pørtum av heiminum, segði Marjeta Jager, aðalstjóri, á eini ráðstevnu, sum Tey Grønu hildu saman við peak oil-felagsskapinum ASPO í Evropatinginum fyrr í vikuni, skrivar heimasíðan Euractiv.
Leiðandi búskaparfrøðingurin í altjóða orkustovninum, Fatih Birol, endurtók í síðstu viku, at heimsins ráoljuframleiðsla náddi toppin í 2006.
Peak oil
Nú er peak oil-orðaskiftið komið á breddan í Evropatinginum. Peak oil er eitt hugtak fyri tíðarskeiðið, har heimsins oljuframleiðslan fer frá at hækka til at falla. Fyri vanliga olju hendi hetta í 2006.
Hetta merkir tó ikki, at nógmikið av olju og gassi ikki er til í undirgrundini, men at tað fer at kosta meira og meira at fáa hana upp, og tað fer at verða trupult at fáa hana til høldar nóg skjótt til tess at nøkta heimsins orkuhungur. Júst nú brúkar heimurin 87-88 miljónir tunnur av olju um dagin, og eftirspurningurin sær bara út til at vaksa.
Stúra fyri 170 dollarum fyri tunnuna
- Verandi oljuleiðir minka so skjótt, at fyri at halda okkum á dagsins framleiðslustøði næstu 25 árini, mugu vit finna fýra nýggj Saudi-Arabia, endurtók Birol í síðstu viku sambært Euractiv, sum leggur aftrat, at Birol væntar, at oljuprísurin fer at hækka ein triðing næstu trý árini.
Fær hann rætt, fer dagsins oljuprísur upp á 125 dollarar fyri tunnuna at hækka til einar 170 dollarar. Hetta veldst tó nógv um, hvussu stórar goymslurnar hjá oljuframleiðandi londunum eru, m.a. hjá Saudi-Arabia. Avdúkingar hjá Wikileak siga, at amerikanskir diplomatar stúra fyri, at saudisku goymslurnar eru yvirmettar við umleið 40 prosentum.
Minnir um búskaparkreppu
Vandin fyri eini komandi peak oil minnir um støðuna, sum førdi til búskaparkreppuna í 2008, sigur fyrrverandi bretski stjórnarráðgevin, Jeremy Leggett, sum rekur størstu bretsku sólsellufyritøkuna Solar Century. Hann er eisini limur í peak oil-bólkinum UK Industry Taskforce on Peak Oil and Energy Security, sum hevur fleiri stórar bretskar ídnaðarfyritøkur sum limir.
- Størsti ótti okkara er, at hetta kann enda við einum slagi av orku-hungursneyð, sum kann raka okkum, áðrenn vit vita av, sigur hann.
ES-londini hava fingið álagt at hava størri oljugoymslur enn fyrr. Hetta styrkir møguleikarnar at takla orkutrot, vísir leiðarin á kola- og oljudeildini hjá ES-orkumálaráðnum, Jan Panek, á. Hann heldur, at vit stundum kunnu koma út fyri orkutroti í framtíðini.
Oljugoymsludirektivið hjá ES frá 2009 sigur, at limalondini skulu hava oljugoymslur, ið svara til 90 daga nettoinnflutning ella 61 daga nýtslu. Direktivið inniheldur eisini reglur um, hvussu eitt møguligt oljutrot skal loysast.