Fyritøkur og borgarar í ES skulu nú av álvara spara orku.
ES-nevndin leggur í dag fram eina ætlan, sum skal fáa ES-borgararnar at spara 20 prosent av orkuni innan 2020. Hetta svarar til ein niðurskurð í orkunýtsluni upp á hálvtannað prosent um árið.
Til tess at røkka so stórum sparingum skulu limalondini næstu árini gera íløgur upp á 1500 miljardir krónur í orkusparingum.
Danmark væl fyri
Orkufeløgini skulu tryggja, at sparingarnar verða gjørdar, og her hevur Danmark góðar royndir.
Danskir ráðgevarar kunnu selja sína vitan víðari til restina av Evropa. Fyritøkur sum Grundfos, Danfoss og Rockwool fáa ein gyltan møguleika at sleppa av við sínar orkurøttu vørur, verður ætlanin hjá ES-nevndini samtykt.
Novozymes er ein av fyritøkunum, sum hevur gjørt nógv burturúr at skerja orkunýtsluna. Eftir bert tveimum árum hevur fyritøkan minkað orkunýtslu sína við 14 miljónum kilowatttímum.
Eitt frálíkt hugskot
Lars Clausen, stjóri í Dong, sigur við DR Nyheder, at miljardastóru íløgurnar eru eitt frálíkt hugskot.
- Orkusparingar eru tær lægst hangandi fruktirnar til tess at koma víðari við orkuskrá okkara, sigur hann.
Troels Ranis, orku- og veðurlagsstjóri í Dansk Industri, sær stórar møguleikar í framtíðini:
- Okkara fyritøkur taka stórt atlit at teimum átøkum, ið koma frá ES, sigur hann.
Jaliga ávirkan á veðurlagið
Í felagnum hjá elfeløgunum, Dansk Energi, vísir ES-stjórin Ulrich Bang á, at sparingarnar hava eina jaliga ávirkan á veðurlagið.
- Samstundis økja vit veitingartrygdina innanhýsis í Evropa við at skerja olju- og gassnýtsluna. Hetta gevur búskaparligar sparingar hjá bæði ídnaðarfyritøkum og brúkarum, sigur Ulrich Bang.