ES herðir reglurnar fyri el-burturkast

ES-tingið vil hava betri skil á el-burturkastinum, ið verður savnað inn í einstøku limalondunum.

ES-tingið hevur júst samtykt nýggjar reglur fyri innsavning og endurnýtslu av elektroniskum burturkasti og upp aftur strangari reglur fyri útflutning av elektroniskum burturkasti til menningarlondini, har ruskið kann elva til heilsu- og umhvørvisligan vanda.

Samtyktin hjá tinginum er ein daføring av núverandi reglunum frá 2003, og uppskotið fer nú víðari til Evroparáðið.

- Tingið hevur sent ein sterkan boðskap um, at almennir myndugleikar, framleiðarar og brúkarar øll mugu spæla við til tess at tryggja, at meira verður savnað inn og endurnýtt av okkara elektronisku lutum. Vit hava eisini gjørt strangari reglur til tess at fyribyrgja, at skaðiligt burturkast ólógliga verður sent til menningarlondini, segði ES-tinglimurin Karl-Heinz Florenz í sambandi við viðgerðina av uppskotinum, skrivar ing.dk.

Eftir samtyktini skulu ES-londini savna inn 85 prosent av elektroniska burturkasti sínum frá 2016, men longu frá 2012 eigur hvørt limaland at savna inn í minsta lagi 4 kg av elektroniskum burturkasti fyri hvønn íbúgva – ella somu vektmongd av elektroniskum burturkasti sum í 2010, alt eftir hvør mongd er størst.

Útgerðin skal endurvinnast

Tingið vísir á, at umframt heilsu- og umhvørvisligu fyrimunirnar fer ein skipað innsavning av elektroniskum burturkasti at hjálpa til við at endurvinna virðismikil ráevni. ES-tinglimirnir mæla til 50-70 prosent endurvinning (alt eftir vøruslagi) og stuðla einum nýggjum máli um 5 prosent endurnýtslu. Teir mæla eisini til eina einfalding av núverandi WEEE-skipanini, har tað er ídnaðurin sjálvur, ið tekur sær av burturkastinum. Her vilja tinglimirnir hava, at talið á bólkum av elektroniskari útgerð verður skert munandi, so skipanin verður einfaldari.

- Fyritøkur, ið gera elektroniska útgerð, skulu eisini hjálpa til við at gjalda fyri viðgerð av burturkastinum og eiga harumframt at lúka krøv um umhvørvisvinarligt snið og gera lutir, ið eru lættari at umvæla ella endurnýta, stendur í samtyktini.

ES-tinglimirnir halda eisini, at brúkararnir skulu hava møguleika at lata brúktu útgerð sína inn aftur til handlarnar, har hon er keypt, og eisini nethandlar skulu taka ímóti brúktari útgerð.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking