Tað gongur sera striltið hjá ES-londunum at røkka málinum um at hava 20 prosent av varandi orku í 2020.
Ein nýggj uppgerð hjá ES-nevndini vísir, at bert sjey av teimum 27 limalondunum høvdu rokkið upprunaliga ávegissetninginum í 2010.
- Vit eru á rættari leið, men noyðast at økja ferðina munandi næstu fáu árini, sigur orkukommisserurin í ES, Günther Oettinger, við tíðindatænastuna Euractiv.com.
Uppgerðin vísir, at meirilutin av limalondunum var langt frá at røkka upprunaligu málunum fyri varandi orku í elframleiðsluni og á flutningsøkinum í 2010. Bert sjey lond kláraðu uppgávuna.
Hetta hevur við sær, at ES bert kom upp á 18 prosent av varandi orku í elframleiðsluni í mun til málið, sum var 21 prosent.
- Nøkur lond hava gjørt stór framstig og røkka málum sínum ella væl og virðiliga tað. Men onnur detta afturúr, sigur Günther Oettinger.
Frakland og Bretland millum syndararnar
Stór lond sum Frakland og Bretland eru millum syndararnar, meðan eitt nú Týskland, Belgia og Danmark eru millum londini, ið hava rokkið málunum fyri 2010.
Vánaligu úrslitini hjá meirilutanum av limalondunum koma illa við hjá ES og fremjanina av 2020-málunum, men kunnu tó framvegis røkkast, sigur orkukommisserurin.
Tað fer ítøkiliga at krevja eina tvífalding av íløgunum hjá hesum londum í varandi orku - úr stívliga 260 mia. kr. (35 mia. evr.) til stívliga 520 mia. kr. (70 mia. evr.). Pengarnir skulu koma frá ídnaðinum, fyrst og fremst teimum stóru orkufeløgunum, sigur ES-nevndin, sum eisini mælir til økt samstarv millum londini.
- Arbeiða limalondini saman og framleiða varandi orkuna, har hon er bíligast, fer tað at gagna bæði fyritøkum, brúkarum og skattgjaldarum, leggur Günther Oettinger dent á.