Brúktir el-lutir verða í alt ov lítlan mun latnir inn til endurvinningar, hóast hópur av fyritøkum hava endurvinningarmannagongdir fyri tildømis fartelefonum, ið hava tænt fyri seg.
Nútímans fartelefonir eru gjørdar soleiðis, at tær eru lættar at taka sundur, so lutirnir, ið kunnu endurvinnast, skjótt kunnu takast úr.
Men hetta hevur ikki fingið fólk í ES í serliga stóran mun at brúka hesar møguleikar fyri umhvørvisráðiligari burturbeining av elektronikki. Ístaðin endar ein vaksandi nøgd bara í náttúruni, men hesum skal skil nú fáast á, stendur tað til teir 27 ES-umhvørvismálaráðharrarnar.
Fyrst 45 og síðani 65 prosent
Sambært nýggju ásetingunum skal hvørt einstakt ES-land í 2016 syrgja fyri at savna inn í minsta lagi 45 prosent av landsins marknaðarførdu elektronikkútgerð. Og í 2020 skal innsavningarprosentið vera 65 prosent, skrivar Ritzau.
Haraftrat skulu framleiðararnir í nógv størri mun enn nú hava ábyrgd av, at el-burturkastið verður savnað inn og endurnýtt.
- Ein partur av tí at vera framleiðari er, at ein eisini hevur ans fyri endurvinning, og at ein ikki bara sleppur ábyrgdini, tá vørurnar eru komnar út í handlarnar, sigur danski umhvørvismálaráðharrin Karen Ellemann við tíðindastovuna.
Hon ger vart við, at Danmark við 65 prosentum av innsavnaðum elektronikki longu lýkur ES-krøvini.
Forða fyri ólógligum flutningi
ES ætlar eisini at tryggja sær, at ólógligur flutningur sendir brúkta elektronikkin til tildømis ruskpláss í menningarlondunum.
- Tað er umráðandi við øktum eftirliti. Men júst tað, at harðari krøv verða sett um innsavning, er við til at fyribyrgja, at elektroniskt burturkast verður sent til menningarlondini, sigur Karen Ellemann.
Nýggju reglurnar eru partur av sokallaða WEEE-direktivinum hjá ES-nevndini, ið setir krøv til handfaring av elektroniskum burturkasti. ES-tingið skal góðkenna reglurnar, áðrenn tær verða settar í gildi.