Orkufeløgini missa meira enn eina hálva miljard evrur (uml. 4 mia. kr.), eftir at Týskland hevur útsett leingjanina av livitíðini hjá kjarnorkuverkunum.
Tað skrivar Der Spiegel, sum hevur biðið Wolfgang Pfaffenberger, kjarnorkuserfrøðing á Jacobs-universitetinum í Bremen, um at kanna roknistykkið nærri.
Sjey reaktorar eru ella verða latnir aftur í næstum. Hesir eru allir bygdir fyri 1980 og skapa virði fyri 2,3 miljardir evrur um árið. Avgerðin um at leingja livitíðina hjá 17 nýggjum reaktorum er eisini útsett fyribils.
Orkufeløg ætla at leggja sak
Orkufelagið Eon umhugsar nú at leggja sak ímóti týska statinum, skrivar Suddeutsche Zeitung.
- Týskland er einsamalt um einvísu støðu sína, sigur Eon-stjórin Johannes Teyssen sambært BusinessGreen.
Eon missir eina miljón evrur um dagin so leingi sum kjarnorkuverk teirra eru afturlatin. Orkuverkini eru ikki meira ella minni vandamikil nú enn fyri góðari viku síðani, heldur Eon. Angela Merkel samveldiskanslari og stjórnarfelagar hennara hava brúkt eina lógargrein, sum heimilar teimum at lata orkuverkini aftur undir akuttum umstøðum.
Eisini svenska Vattenfall eigur eitt av teimum sjey elstu týsku orkuverkunum, Brunsbuttel. Hetta verkið hevur havt rakstrartrupulleikar og hevur staðið stilt síðani 2007.
Stúra fyri veðurlagsmálunum
Kjarnorkan letur ikki út veðurlagsgass. Týskarar hava samtykt at skerja útlát síni við 40 prosentum við støði í 1990-útlátinum innan 2020.
Samlaða týska streymnýtslan var upp á 544,5 terawatttímar (TWh) í 2008. Verða tey sjey orkuverkini latin aftur með alla, minkar kapasiteturin við 43,6 TWh. Tá krevst meiri streymur frá tildømis kola- ella gassorkuverkum við størri CO2-útláti.
Felagið Point Carbon metir, at Týskland teir tríggjar mánaðirnar, 7 orkuverk verða afturlatin, fer at lata út 8 miljónir tons av CO2 eyka. Fram til 2020 kann meirútlátið koma upp á heili 435 miljónir tons ella fimm ferðir árliga CO2-útlátið hjá Noregi, skrivar BusinessGreen.
Økt nýtsla av fossilari orku í Týsklandi fer at trýsta CO2-prísin upp, og harvið fer eisini streymprísurin at hækka upp aftur meiri. Prísurin er í løtuni 17 evrur fyri tonsið, men kann sambært Point Carbon enda uppi á 35 evrum fyri tonsið, siga týskarar endaliga farvæl til kjarnorku.
Hægri prísir
Innanhýsir politiskar metingar kunu eisini liggja aftanfyri avgerðina hjá stjórnini. Kristiligi demokratiski flokkurin hjá Merkel er í vanda fyri at tapa valið í Baden-Wurttemberg, har teir hava havt valdið síðani 1953. Stórar mótmælisgongur hava verið ímóti kjarnorku í landspartinum og í Týsklandi yvirhøvur.
Streymurin verður dýrari, skrivar Bild Zeitung og vísir til Manuel Frondel á Rhineland-Westphalias stovninum fyri búskapargransking, sum sigur, at prísurin kann fara meira enn 10 prosent upp. Hann fær stuðul frá týsku orkuvinnuni.
Leiðarin fyri sosialdemokratunum í Týsklandi, Sigmar Gabriel, ávarar sambært Der Spiegel um, at krøvini hjá orkuvinnuni kunnu fáa undirtøku í rættinum. Sostatt noyðast skattgjaldararnir - um so er - at rinda endurgjaldið.
Meiri varandi orku
Tað var sosialdemokratiska stjórnin hjá Gerhard Schrøder sum samtykti at fasa týsku kjarnorkuna út, men stjórnin hjá Merkel kolldømdi hana.
Grundgeving hennara var at byggja brúgv til eina framtíð við meiri varandi orku, og inntøkurnar frá leingjanini av rakstrinum av kjarnorkuverkunum skuldu brúkast til varandi orku.
ES samtykti í síðstu viku at fara undir trygdarkanningar á øllum kjarnorkuverkunum í ár. Orkuverk, ið ikki lúka kanningina, kunnu rokna við at verða latin aftur eina ferð með alla.