Almennu løðimøguleikarnir økjast alla tíðina, og nú eru 4 nýggjar AC-løðistøðir settar upp á sentralum støðum í Havn.
2 AC-løðistøðir standa á parkeringsøkinum við Tórsbreyt, har nógv fólk ferðast bæði til handils, til tiltøk í Norðurlandahúsinum og ikki minst til at venja ávikavist á rennibreytini, í venjingarmiðstøðini, svimjihøllini, á rennibreytini ella aðra staðni á Hálsi og í Gundadali.
2 løðistøðir eru settar upp í Bókbindaragøtu aftan fyri gomlu politistøðina. Hetta er eisini eitt øki, har nógv fólk kemur og fer, og harafturat eru ikki eins góðir møguleikar hjá fólki, sum búgva í økinum, at hava egna løðistøð.
Sostatt er pláss fyri 8 bilum afturat at løða samstundis á almennari løðistøð í Havn.