Endurmett útbyggingarætlan løgd fyri eigararnar í vár

- har fleiri orkumøguleikar vinna fram í ljósið.

Nevndin í SEV miðar eftir at leggja eina endurmetta útbyggingarætlan fyri eigararnar seinni í vár, har fleiri orkumøguleikar vinna fram í ljósið.

Hetta kunngjørdi Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður, á ársaðalfundinum í SEV í dag.

Á eykaaðalfundinum í desember í fjør varð ynski sett fram um, at nevnd og eigarar skuldu gera langtíðaríløguætlan fyri felagið. Síðani hava tveir fundir viðgjørt hetta evnið, og nevndin hevur boðað kommununum til fundar aftur í mai, har viðgerðin heldur fram.

Íløgur neyðugar á Sundi og í Vági

- Tá ið talan er um veitingartrygdina, er tað okkara sannroynd, at oljuriknu verkini saman við vatnorkuverkunum eru álit okkara, og so verður helst eisini komandi árini, segði Páll á Reynatúgvu.

Samstundis gjørdi hann greitt, at verandi grundlastmotorar á Sundsverkinum og Vágsverkinum hava tænt fyri seg, og at avloysarar teirra eiga at koyra um 3-4 ár. Hesum íløgum slepst ikki undan, sló hann fast.

Bæði á Vágsverkinum (myndin) og Sundsverkinum er neyðugt við stórum íløgum næstu árini.

- Men samstundis eiga vit eisini at minka sum mest um oljunýtsluna við at effektivisera og minka um nýtsluna - og við at útbyggja við varandi orkuloysnum. Hesar veita føroyska samfelagnum orkutrygd, samstundis sum vit sum samfelag taka altjóða ábyrgd í mun til útlát av veðurlagsgassum, segði nevndarformaðurin.

Samhaldsfasta skipanin varðveitast

- Nevndin er samd um, at SEV hevur ómetaligt virði fyri samfelag okkara sum samhaldsføst skipan, har øll í samfelagi okkara eru tryggjaði sama orkukostnað uttan mun til, hvussu fjarskotin ella stór og sterk vit eru. Á henda hátt tryggja vit, at allir føroyingar fáa sama lut í okkara felags tilfeingi, segði Páll á Reynatúgvu og legði aftrat, at "hesi orð kennast møguliga einsamøll og ótíðarhóskandi í dagsins ráki, men vit standa við tey".

- Velur almenni myndugleikin at bróta verandi bygnað viðvíkjandi orkuframleiðslu, so er neyðugt at byrgja fyri, at føroyska orkutilfeingið fer á útlendskar hendur. Eitt av endamálunum við at gera okkum leysari av oljuni er at hava valdið á orkuframleiðsluni sum varandi og trygt grundarlag undir føroyska samfelagnum. Á henda hátt gera vit okkara til tess at tryggja føroyska samfelagnum orkutrygd og kappingarføri í komandi tíðum, segði nevndarformaðurin.

SEV fyrireikar í løtuni eitt átak, ið skal gera føroyingin meiri tilvitaðan um elorkunýtslu.

Hann upplýsti samstundis, at SEV er, saman við lýsingarfyritøkuni Sendistovuni, farið undir eitt miðvíst átak fyri at fáa føroyingin meiri tilvitaðan um elorkunýtslu. Endamálið er at fáa føroysku familjuna og føroyska vinnulívið veruliga at raðfesta orkusparandi loysnirnar. Megna vit at minka um elorkunýtsluna, minka vit somuleiðis um trýstið á stórum útbyggingum, umframt at vit minka um útlátið av vakstrarhúsgassum.

Kósin greið í heyst

Vinnumálaráðið, sum varðar av elorkuni, hevur sett ein arbeiðsbólk at gera heildarætlan fyri elorkuøkið í Føroyum.

- Ætlanin skal fyriliggja í heyst og heilsar elfelagið hesum arbeiðnum vælkomnum. Felagið hevur longu havt fleiri fundir við bólkin, og vóna vit, at henda heildarætlanin kann seta kósina fyri, á hvønn hátt øll útbygging á elorkuøkinum skal fara fram nógvu næstu árini, segði Páll á Reynatúgvu.

Nevndin í SEV. Aftast f.v.: Pauli T. Petersen, Marin Katrina Frýdal og Niels Olaf Eyvindsson. Fremst f.v.: Kári E. Jacobsen, Jákup Suni Lauritsen, Páll á Reynatúgvu og Steinbjørn O. Jacobsen.

Hann segði, at nevndin er av teirri áskoðan, at samstundis sum varandi orkuloysnir skulu troytast, er altavgerandi, at orkuátøkini í minst møguligan mun gera skaða á fjølbroytta og viðbrekna náttúruríkidømið, føroyingar eiga.

Vatn og onnur varandi orka

Nógv tann størsti parturin av elorkuútbyggingunum innan varandi orku hevur seinastu mongu árini verið vatnorka. Boringin suður ímóti Selatrað er byrjað væl. Eftir ætlanini kemur hesin parturin í rakstur tíðliga í 2013. Samstundis er tilbygging byrjað á Eiðisverkinum, har tann triðja turbinan skal setast upp.

Kanning av møguligari vatnorkuverkætlan í Norðurstreymoy viðvíkjandi Víkarvatni er gjørd.

Grøn orka er framtíðin.

Nevndin í SEV hevur gjørt av at lýsa og kanna aðrar varandi orkutættir í 2011. Serliga verður hugsað um at lýsa og kanna møguleikarnar fyri vindmylluskipan við løðistøð í Hoyvíkshaganum, og samskifti er við Røkt um møguligt samstarv um pumpuskipan í Vestmanna.

Innan sjóvarfalsorku hevur SEV stuðlað verkætlanini hjá Fróðskaparsetur Føroya við Knud Simonsen, lektara, har hann hevur kortlagt møguleikarnar kring Føroyar. Fyribils niðurstøða er gjørd, og síggja úrslitini sera spennandi út. SEV fylgir framhaldandi tøkniligu menningini á økinum, segði Páll á Reynatúgvu, sum eisini legði dent á Grana-samstarvið millum SEV og Dong Energy, har roynt verður í felag at finna ymiskar framtíðarloysnir at stýra framleiðslu- og brúkaraeindunum, soleiðis at økjast kann sum mest um varandi elframleiðsluna.

Aðalfundurin tók aftaná stutt orðaskifti frágreiðingina til eftirtektar. Øll frágreiðingin er til skjals á heimasíðuni undir SEV/Frágreiðingar/Ársfrágreiðingar.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking