Í februar verður farið undir at høvuðsumvæla elverkið í Botni, og arbeiðið fer væntandi at taka eitt ár.
Umvælingin fevnir í høvuðsheitinum um turbinurnar og generatorarnar, sum skulu skiftast út, umframt at niðasti partur av turbinurørunum skulu skiftast. Útskiftingin verður 1-1, tvs. at nýggju turbinurnar hava somu støddir sum verandi.
Eltekniskar umvælingar blivu gjørdar um aldarskiftið 2000, so tí verður stórur partur av háspenningsútgerðini endurnýtt, og sjálvur bygningurin verður eisini standandi.
Vøtnini tømd
Umvælingin hevur við sær, at Ryskivatn og Vatnsnes verða næstan tømd nú í februar, og síðani verður elverkið lagt stilt. Tað merkir so, at tá vøtnini eru full aftur, fer at renna yvir, inntil verkið kemur í gongd aftur.
Nakað av vatnið hevði farið spillis, uttan mun til, nær verkætlanin hevði farið í gongd.
Søguligt elverk
Verkið, sum nú koyrir, bleiv bygt í sekstiárunum, og hevur koyrt síðani. Í nógv ár var verkið fjarstýrt av Tvøráverkinum, men tá elverkið í Vági kom fyrst í áttatiárunum, bleiv fjarstýringin flutt higar, og elverkið í Trongisvági bleiv eitt tiltøkuverk. Fjarstýringssambandið millum Botn og Trongisvág var sokallað berifrekvens sum koyrdi yvir háspenningslinjuna.
Gamla elverkið í Botni, frá 1921, hevur verið nýtt til goymslu í nógv ár, men í 2021 bleiv tað hampað um, og eitt lítið savn gjørt í sambandi við, at 100 ár vóru liðin síðan ”elektrisitetið” kom til Vágs.
Tá ein stendur í Botni og hyggur at stóra betongbygninginum frá 1921, má ein bara undrast á, hvussu hetta hevur borið til uttan vegasamband í Botn. Og leggjast kann afturat, at um bygt bleiv ídag, hevði byggitíðin helst verið nakað tann sama.