Elverkið á Sundi endurnýggjaða umhvørvisgóðkenning

Umhvørvisstovan hevur endurnýggjað umhvørvisgóðkenningina fyri elverkið á Sundi.

Umhvørvisstovan hevur endurnýggjað umhvørvisgóðkenningina fyri elverkið á Sundi.

Í nýggju umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, at dálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið, at besta tøka tøknin (BAT) verður brúkt, og at virkið hevur innaneftirlit.

Í mun til seinastu góðkenning fyri elverkið, sum er frá 2004, eru treytir m.a. settar til, at verkið skal hava greiðar niðurskrivaðar mannagongdir fyri innskipan av olju og fyri oljuflutning millum tangar. Eisini eru treytirnar til  innaneftirlit  herdar nakað.

Kann kærast til Innlendismálaráðið

Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið. Møgulig kæra skal, í seinasta lagi týsdagin 31. mai 2011, sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, sum sendir kæruna víðari til Innlendismálaráðið, saman við tilfarinum, sum hevur ligið til grund fyri málsviðgerðina.

Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri.

Meira um umhvørvisgóðkenningina, almennu lýsingina av góðkenningini og um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki á www.us.fo


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking