Elveitingin komin í rættlag

Kl. 16.50 fingu allar bygdirnar streymin aftur.

Nú er streymveitingin komin í rættlag, og allar bygdir hava fingið streymin aftur.

Tríggir feilir á háspenningini hava ført til órógv sum byrjaði kl.11 í morgun.

Ein feilur var á Kunoyarnesið, har ein bardun var slitna. Hetta er óivað av onkrum omanlopi.

Ein feilur er á linjuni millum Árnafjørð, Norðtoftir og Hvannasund, her er  linjan slitna.

Tann seinasti feilurin er kaðalfeilur á háspenningskaðalinum, frá Strond og norður til grótbroti norðanfyri Strond.

Háspenningsnetið er umkobla soleiðis nú, at allar bygdir hava fingið elveitingina aftur. Í morgin verða  feilirnir umvældir og netið kobla aftur í vanliga koblingsstøðu.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking