- Vísandi til fíggjarætlanartilfarið, langtíðarætlanina hjá SEV og útlitini annars innan eløkið, metti eftirlitið, at tørvur var á at loyva eini príshækkan fyri 2011.
Hetta sigur Elveitingareftirlitið í júst almannakunngjørdu ársfrágreiðing síni fyri 2009/2010 um orsøkina til, at eftirlitið í fjørheyst tók avgerð um at góðkenna eina hækking av elprísunum við 15 oyrum/kWh frá 1. januar í ár.
Elveitingareftirlitið vísir á, at tað sum serliga ger seg galdandi fyri 2011 - og møguliga eisini fyri árini frameftir - eru stóru væntaðu hækkingarnar í oljuútreiðslunum, sum fara úr 75 mió. kr. í 2009 til 117 mió. kr. í 2011, og sambært metingum/forsøgnum hjá SEV 142 mió. kr. í 2013.
Eftirlitið leggur dent á, at góðkenningin í heyst bert fevnir um príshækkanina í 2011. Serstøk viðgerð skal til møguliga príshækkan fyri 2012 og árini frameftir.
Ikki grundarlag fyri príshækkingum í fjør
Elveitingareftirlitið ger í ársfrágreiðing síni eisini viðmerkingar til almennu umrøðuna, ið verið hevur í sambandi við príshækkingina, og spurningarnar, ið eisini hava verið reistir um, hví eftirlitið ikki gekk umsóknini frá SEV á møti um príshækkan í fjør.
Eftirlitið vísir á, at SEV í tíðarskeiðnum frá 2000 til 2009 hevur havt yvirskot øll árini, burtursæð frá 2008 og 2000. Nettoyvirskotið hetta tíðarskeiðið var 114 mió. kr.
- Í viðgerðini hefti eftirlitið seg serliga við, at SEV væntaði eitt yvirskot uppá knappar 15 mió. kr. við árslok 2009 (endaliga úrslitið varð knappar 10 mió. kr.), hevði eitt væntað gjaldføri uppá umleið 53 mió. kr., ein væntaðan eginpening uppá uml. 955 mió. kr. og ein soliditet uppá 84 %. Harumframt hevði SEV seinastu 10 árini eitt nettoyvirskot uppá 114 mió. kr. sum nevnt omanfyri.
- Niðurstøðan hjá eftirlitinum í desember 2009 var sostatt, at grundarlag ikki var fyri eini príshækkan, sigur Elveitingareftirlitið.
Ítøkiligar framrokningar neyðugar
Eftirlitið vísti tó samstundis á, at tað ikki á verandi grundarlagi kundi staðfesta, hvørt SEV hevði eitt hóskandi útreiðslustøði sambært treytini um at hvíla í sær sjálvum og treytini um, at prísurin ikki má vera hægri enn neyðugt.
Hetta m.a. orsakað av, at netpartur og framleiðslupartur hjá SEV sambært loyvistreytunum ikki vóru roknskaparliga sundurskildir, og orsakað av at neyðugt er við ítøkiligum framrokningum av inntøku- og útreiðslustreymunum fyri hvørja einstaka av teimum stóru íløgunum, sum SEV ætlar at fara undir, fyri at kunna samanbera verandi elprísir við tær nettoinntøkur, sum hesar íløgur í framtíðini kunnu skapa.
Elveitingareftirlitið sigur, at í framtíðini verða høvuðsfaktorarnir, ið koma at ávirka prísásetanina, rentustøðið á teimum lánum, sum SEV tekur upp í sambandi við framtíðar íløgur og framtíðar oljuprísir.
SEV skal hava nøktandi grundarlag
Ein av aðalsetningunum hjá Elveitingareftirlitinum er gjøgnum ásetanina av elprísunum at tryggja, at SEV hevur nøktandi grundarlag at útvega sær tær inntøkur, sum neyðugar eru til rakstur av felagnum og harundir eisini binda upp fyri teimum sveiggjum, ið kunnu íkoma bæði í oljuprísum og í rentustøðinum.
Eisini er tað av alstórum týdningi, tá um framtíðar prísásetan ræður, at SEV til eina og hvørja tíð hevur neyðuga gjaldførið til rakstur, viðlíkahald, rentur og avdráttir av verandi og komandi góðkendum íløgum, sigur Elveitingareftirlitið og leggur aftrat:
- Hetta sjálvandi undir teirri fortreyt, at SEV rekur sítt virksemi á ein rationellan og effektivan hátt. Hetta merkir samstundis, at SEV altíð skal miða eftir at hava eitt útreiðslustøði, sum er hóskandi og sum ikki er hægri enn neyðugt.
Torført at neyvlýsa
- Júst hesi síðst nevndu viðurskiftini kunnu vera torfør at neyvlýsa. Hetta er ein tilgongd, sum verður áhaldandi og í prinsippinum ongantíð liðug útgreinað, sigur eftirlitið.
Elveitingareftirlitið hevur fingið uppskot til sundurskildar roknskapir fyri framleiðslu- og netpart hjá SEV, og sundurskyldu roknskapirnir verða týðandi partar í arbeiðnum innan framtíðar prísásetanina.
- Hóast Elveitingareftirlitið og SEV ikki enn eru komin á mál við arbeiðnum at menna eina prísásetingarskipan, metti eftirlitið - vísandi til omanfyri nevndu viðurskifti - at neyðugt var við príshækkan í 2011 uppá 15 oyru/kWt, sigur Elveitingareftirlitið í ársfrágreiðing síni.