Elveitingareftirlitið lagt saman við Jarðfeingi

Endamálið er at styrkja fyrisitingina og fokuseringina á elveitingar- og elorkuøkinum, sigur Vinnumálaráðharri í tíðindaskrivi.

Elveitingareftirlitið verður nú partur av Jarðfeingi.

Vinnumálaráðið boðar í tíðindaskrivi seinnapartin frá, at avgerð er tikin um at leggja saman Elveitingareftirlitið og virksemið hjá Jarðfeingi, sum fevnir um elveitingar- og elorkuøkið.

Tíðindaskrivið er soljóðandi:

Grøn orka

Málini í orkupolitikkinum hjá landsstýrinum eru avbjóðandi, men alneyðug til tess at minka um útlátið av veðurlagsgassum. Ein av størstu avbjóðingunum er, hvussu elveitingarøkið kann tillagast til at nøkta orkutørvin í framtíðini við grønari orku. Tí er elveitingarøkið eitt sera høgt raðfest øki hjá Vinnumálaráðnum.

Fyri at styrkja fyrisitingina og fokuseringina á elveitingar- og elorkuøkinum, er avgerð tikin um at leggja saman Elveitingareftirlitið og virksemið hjá Jarðfeingi viðvíkjandi elveitingar- og elorkuspurningum.

Elveitingareftirlitið fyrisitur elveitingarlógina, og á Jarðfeingi er ein breið vitan um orku og orkuspurningar yvirhøvur. At samla hesar førleikar á sama stað metir Vinnumálaráðið avgjørt verða til fyrimuns fyri elorkuøkið. Ein samanlegging inniber, at Elveitingareftirlitið verður lagt inn í bygnaðin hjá Jarðfeingi.

Fleiri grundgevingar

Grundgevingarnar fyri samanlegging/umskipan av økinum eru m.a. hesar:

  • Uppbygging av einum størri fakligum umhvørvi innan umsitingina á elveitingarøkinum.
  • Betur at samskipa arbeiðið fyri elveiting og at hava eftirlit við virksemi á økinum.
  • Málini í orkupolitikkinum hjá landsstýrinum seta stór krøv til at fremja broytingar innan elveiting í Føroyum. Til hetta er neyðugt, at ein sterk eind við fyrisitingarligum og fakligum førleikum stendur á odda fyri hesum broytingum. Vinnumálaráðið metir, at Elveitingareftirlitið og Jarðfeingi sum ein samlað eind hevur hesar førleikar.
  • Samvirkisfyrimunir og effektivisering generelt.

Starvsfólkið hjá Elveitingareftirlitinum flytur til Jarðfeingi og verða ongar starvsfólkabroytingar í hesum viðfangi. Samanleggingin fær virknað frá 1. juli 2011 at rokna, stendur í tíðindaskrivinum frá Vinnumálaráðnum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking