Kristiana Rein er orkuráðgevi á SEV, og sum slík hevur hon nógv um at vera - bæði innan- og uttanhýsis.
Undirvísir hon ikki framhaldsskúlanæmingum í, hvussu teir á skynsamasta hátt nýta streymin, ferðast hon kring landið og heldur fyrilestrar um evnið - tað veri seg á arbeiðsplássum, miðnámsskúlum, útbúgvingarstøðum, bindiklubbum ella í onkrum heilt øðrum høpi.
Týsdagin leggur hon leiðina framvið Tilhaldinum í Havn, har hon fer at leggja teimum gomlu lag á, hvussu tey betur kunnu stýra og gagnnýta elorkuna, undir yvirskriftini "Hava vit ávirkan á elorkuna í gerandisdegnum?"
Skulu hava bakgrundsvitan
- Eg ætli mær at leggja dent á, at sjálvandi hava tey stóra ávirkan á teirra elorkunýtslu í gerandisdegnum, tí tey gera sjálv av, um kontaktin er tendrað ella sløkt. Men tey skulu hava eina bakgrundsvitan, hvussu hetta hongur saman, sigur Kristiana Rein og heldur fram:
- So eg fari at gera nakrar útrokningar fyri teimum við støði í, um tey sløkkja arbeiðslampurnar niðri á Tilhaldinum, tá ið tey fara til kaffipausu, og tá ið matsteðgur er. Har er eitt ótal av arbeiðslampum, til binding, hornarbeiði, telduarbeiði, í lesistovuni osfr.
Fyrilesturin hjá Kristianu Rein verður í Tilhaldinum týsdagin kl. 15. Øll eru hjartaliga vælkomin, skulu vit heilsa og siga.