Elskamtan í Japan eftir jarðskjálvta

Skal tryggja streym til týdningarmestu støðini í harðast rakta umráðnum har norðuri í landinum.

Jarðskjálvtin í Japan fríggjadgin hevur elvt til stórt streymtrot í landinum.

Naoto Kan forsætisráðharri hevur givið loyvi til, at streymurin millum annað í Tokyo verður skamtaður við rullandi streymslitum, sum tikið verður til.

Hetta merkir, at øki, ið fáa streym frá felagnum Tepco, verða býtt í fimm partar, sum hvønn dag ávísar tíðir á degnum mugu klára seg uttan streym í tríggjar tímar.

Kjarnorka týðandi orkukelda

Endamálið er at fáa streym fram til týdningarmestu støðini í harðast rakta umráðnum í ein landnyrðing úr høvuðsstaðnum, skrivar BBC.

Undir jarðskjálvtanum steðgaðu fimm av landsins kjarnorkuverkum annaðhvørt av sær sjálvum ella av skaða. Ein triðingur av streyminum í Japan verður framleiddur við kjarnorku.

Naoto Kan sigur, at hann er greiður yvir, at bæði fyritøkur og privatpersónar verða ávirkað av rullandi streymslitunum, men at tað sum er ikki slepst undan hesum. 




Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking