Elrokningin í ES upp í loft næstu árini

ES hevur tørv á 50.000 km av nýggjum orkulinjum innan 2020 og 4.000 TWh meira av streymi í 2030. Hetta krevur nýíløgur fyri 8.000 mia. kr.

Veðurlagskrøvini hjá ES hetta til 2020 fara at gera tað sera kostnaðarmikið at vera streymbrúkari í ES í framtíðini.

Prísirnir fara at hækka rættiliga nógv, nú ES stendur fyri einum av sínum størstu umleggingum nakrantíð.

Orkukrøvini fara at krevja heilar 8.000 miljardir norskar krónur í íløgum innan 2020, skrivar Teknisk Ukeblad.

Nýggjar orkulinjur

Neyðugt verður at byggja 50.000 km av nýggjum orkulinjum til tess at fáa breitt streymin út á ein tryggan og skynsaman hátt. Somuleiðis skulu umfatandi umvælingar gerast av niðurslitnum bygningum. Hetta fer at hava eina ovurhonds stóra rokning við sær.

- Íløgurnar, ið neyðugar eru at gera fram til 2020, verða mettar til 1.000 miljardir evrur til tess at røkka orku- og veðurlagsmálunum, stendur í eini frágreiðing, sum tíðindastovan Reuters hevur lisið. Orkuprísirnir verða ávirkaðir av økta íløgutørvinum.

Nýggj tøl vísa, at orkunýtslan í ES fer at økjast við 4.073 terawatt-tímum (TWh) fram til 2030.

Útflyta nógvar pengar

Sum er noyðist ES at innflyta nógva olju og gass, og tí verður umráðandi at royna at skerja hesar rokningar mest møguligt í framtíðini.

Samanlagt verða einar 350 miljardir evrur (2.800 mia. krónur) útfluttar av vælstandinum hjá ES, í høvuðsheitum til lond, sum eru vorðin rík av olju og jarðgassi, stendur í frágreiðingini.

Stríðast við effektiviseringum

Men júst sum í øðrum londum hevur ES stórar trupulleikar við at fáa gongd á orkueffektiviseringina av bygningum við tí avleiðing, at orkunýtslan heldur fram við at økjast. Roknað verður bert við eini orkueffektivisering í ES uppá 10 prosent í 2020. Hetta svarar bert til helvtina av ætlaða málinum.

Men her liggja nógv arbeiðspláss, heldur byggivinnan.

– Bindandi mál um eftirbjálving er besti mátin, men um hetta ikki verður lógarfest, so eiga vit kortini at seta okkum nøkur greið mál, sigur Riccardo Viaggi, aðalskrivari í European Builders Confederation sambært netavísini Euractiv.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking