Elprísurin lækkar fimm oyru á nýggjárinum

Aðalfundurin hjá SEV hevur samtykt at lækka elprísin fimm oyru fyri kWt á nýggjárinum. Góða búskaparliga gongdin er orsøk til skynsomu lækkingina, hóast nógvar útbyggingar standa fyri framman hjá elfelagnum

1. januar 2017 lækkar elprísurin fimm oyru kWt. Tað hevur aðalfundurin hjá SEV samtykt eftir uppskoti frá nevndini í elfelagnum.

Lækkingin er galdandi fyri allar kundabólkar, og hon kemur í kjalarvørrinum á góðu búskaparligu gongdini hjá SEV.

- Talan er um eina skynsama lækking, sum kann fara fram, hóast SEV hevur nógvar útbyggingar á skránni komandi árini. Vit meta, at tað er rætt at lækka elprísin so líðandi næstu árini, í tann mun tað ber til. Mælt verður til, at støða verður tikin til spurningin, so hvørt sum árini ganga, sigur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV.

Hann vísir á elveitingarlógina, sum ásetir, at elprísurin eigur ikki at vera hægri enn neyðugt.

- Harumframt metir nevndin tað vera hóskandi atferð hjá SEV, at elfelagið letur kundunum nakað aftur, tá ið tað er búskaparliga skynsamt at taka slík stig.

Ársúrslitið hjá SEV var 57,8 milliónir krónur í 2014 eftir skatt, og í 2015 var avlopið eftir skatt 103 milliónir krónur. Mett verður, at SEV aftur í ár fer at hava umleið 100 milliónir krónur í avlopi eftir skatt.

Havandi í huga veitingartrygdina, grønu kósina, orkuskiftið og oljuna sum tiltakstrygd, er neyðugt at styrkja elskipanina frameftir, so at hon er trygg, samstundis sum bygt verður út á grønu kósini við vaksandi elorkutørvi. Tíðarskeiðið 2016-2020 eru ætlaðu íløgurnar í elskipanina mettar til 1,7 milliardir krónur.

-Tí er tað sjálvsagt, at hóast búskapargongdin er góð, skulu vit lækka elprísin varliga, so at vit bæði kunnu styrkja elskipanina á grønu kósini og hava elprísin í hóskandi legu, so hann ikki er hægri enn neyðugt, staðfestir Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking