SEV prísurin hevur verið til umrøðu, og sagt verður, at prísurin kann lækkast.
Í 1990 rindaði vanligi brúkarin 1,23 pr. kWh. Í árunum 1991 – 1996 var prísurin kr. 1,39, men síðani er hann lækkaður fleiri ferðir, og í dag er prísurin kr. 1,11 pr. kWh. Samanbera vit við 1990, svarar hetta til eitt prísfall upp á yvir 18%.
Frá 1990 til 2007 er prístalið samstundis hækkað við 56%. Um prísurin verður ásettur í dagsins peningi, hevði prísurin í 1990 svarað til kr. 2,16 pr. kWh. Í tíðarskeiðnum 1990 til í dag er SEV prísurin sostatt fallin til umleið helvtarvirði. Trupult er at fáa eyga á eina líknandi gongd í samfelagnum.