Tað er vorðið dýrt at halda hitanum í donsku heimunum.
2011 hevur sambært tølum frá Dansk Energi havt við sær methøgar elprísir, skrivar pol.dk.
Prísurin er beint nú 215,10 oyru fyri kWh, og tað er 18 oyru dýrari enn fyri bert einum ári síðani. Hjá einum vanligum húsarhaldi kann hetta bera í sær eina eykarokning upp á 700 kr. um árið fyri el, um høgi prísurin heldur fram.
Prísurin kann tó ávirkast rætta vegin, um várið verður lýtt og vátt.
Avgjald á el trýst upp í loft
Hetta fer nevniliga at hava við sær, at norðurlendsku vatnorkuverkini kunnu fáa meiri vatn, og tað fer at lækka prísin.
Men lýtt veður ella ei - ikki kemst uttanum, at avgjaldið á el í Danmark hækkaði á nýggjárinum við níggju oyrum fyri kWh, skrivar pol.dk.
Prísurin hevur ikki verið so høgur síðani fjórða ársfjórðing í 2008. Elrokningin hjá dønum er í miðal ein triðing hægri enn hjá einum miðal húski í Evropa.
Orsøkin er skattur og avgjøld. Í veruleikanum er el ikki serliga dýrt í Danmark, um tølini verða reinsað fyri skatt og avgjøld. Umleið tveir triðingar av elprísinum eru skattur og avgjøld.