Elprísurin í Danmark hækkaði 7 oyru/kWh í 2010

Eitt vanligt danskt húski rindar 6,7 oyru meira fyri kilowatttíman 1. januar 2011 enn somu tíð í 2010. Talan er um eina hækking upp á 7,8 pst.

Tey 6,7 oyruni/kWh, sum elprísurin í Danmark hækkaði í fjør, stava frá broytingum í streymprísinum og gjaldinum fyri streymflutningin.

Prísurin á sjálvum streyminum (íroknað stuðul til varandi orku) hækkaði í vetur sum avleiðing av nógva kuldanum og vatntroti í norsku- og svensku vatnbyrgingunum, skrivar danskenergi.dk.

Stuðul til varandi orku

Sammett við 1. januar 2010 er streymprísurin hækkaður 4,7 oyru/kWh, svarandi til eina hækking upp á 9,5 pst. Sjálvur streymprísurin, ið verður ásettur við grundarlagi í eftirspurningi og útboði av el, er hækkaður 10, 2 oyru/kWh, meðan PSO gjaldið (stuðulin til varandi orku) er fallið 5,5 oyru/kWh.

Gjaldið fyri flutningin av streyminum er hækkað 2,0 oyru/kWh fyri hvørt húski, svarandi til eina hækking upp á 5,5 pst. Gjaldið til lokala netfelagið er hækkað 0,8 oyru/kWh (2,9 pst.) millum annað sum avleiðing av íløgum í kaðallegging, meðan gjaldið fyri m.a. rakstur og útbygging av flutningssambondunum í miðal er hækkað 1,2 oyru/kWh (16,2 pst.).


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking