Vetrarkuldi, vatntrot, hægri elavgjøld og vaksandi elnýtsla í ídnaðinum fara at kosta donsku elkundunum dýrt í 2011.
Bæði privatir brúkarar sum fyritøkur kunnu rokna við eini miljardarokning næsta ár, skrivar Jyllands-Posten.
Orkufelagið Dong Energy ávarar um, at tryggjaði elprísurin, sum meginparturin av donsku húskjunum brúka, hækkar 10-15 prosent.
Orsøkin er stórt vatntrot á norsku og svensku vatnorkuverkunum saman við eini vaksandi elnýtslu í vetrarkuldanum.
Prísirnir í rætta legu
Umframt vatntrot merkir norðurlendski elmarknaðurin, at ídnaðurin er í ferð við at leggja fíggjarkreppuna afturum seg. Hetta trýstir olju-, kol- og gassprísin upp í loft, og tað rakar elprísirnar.
- Eftir nøkur avsláttarár orsakað av fíggjarkreppuni er líkt til, at viðurskiftini eru í ferð við at normalisera seg, sigur Kristian Gjerløv-Juel, marknaðarstjóri í Nordjysk Elhandel.
Normaliseringin ber í sær, at elrokningin veksur.
Sambært Dong Energy fer hetta bara í 1. ársfjórðingi at hava við sær eina príshækking uppá 5-8 oyru fyri kilowatt-tíman (kWh). Men felagið roknar við, at døpru útlitini fara at kosta bæði brúkarum og fyritøkum meiri enn so alt næsta ár.
- Talan er í roynd og veru um ein strukturellan trupulleika, sum helst fer at vara alt árið, sigur Kristian Kolind, marknaðarstjóri í Dong Energy.
400 kr. eyka um árið
Sostatt stýrir eitt vanligt danskt húsarhald ímóti eini eykarokning uppá í minsta lagi 400 kr., meðan samlaða rokningin til teir tríggjar miljónir privatu elkundarnar í Danmark verður umleið 800 mió. kr.
Vinnulívið sleppur ikki snikkaleyst. Hóast nógvar fyritøkur keypa el fyri fastan prís, dúva kortini framvegis tíggjutalstúsund fyritøkur uppá, at lágu elprísirnir síðsta hálvaannað árið halda fram.
Tær kunnu nú rokna við eini stórari eykarokning, sigur Kristian Gjerløv-Juel í Nordjysk Elhandel.
1,1 mia. kr. til vinnulívið
Rokningin hjá vinnulívinum hækkar útivið 140 mió. kr., hvørja ferð elprísurin hækkar 1 oyra. Er hald í útsøgnunum hjá elfeløgunum, bera príshækkingarnar í ringasta føri í sær eina samlaða eykarokning uppá 1,1 mia. kr.
Omaná hetta stendur stjórnin tilreiðar við einum eyka elavgjaldi uppá 6 oyru kWh, sum kemur í gildi um ársskiftið
Avgjaldið er partur av Várpakka 2.0 hjá stjórnini og Danska Fólkaflokkinum og fer at kosta donskum húskjum 600 mió. kr. Aftrat hesum kemur ein hækking av vanliga orkuavgjaldinum, sum ber í sær eina rokning aftrat uppá góðar 100 mió. kr