Elprísurin hækkar 15 oyru á nýggjárinum

Hetta samtykti ein meiriluti av eigarunum SEV á eykaaðalfundi í dag.

Elprísurin hækkar 15 oyru á nýggjárinum.

Hetta samtykti ein meiriluti av eigarunum í SEV á eykaaðalfundi í dag eftir tilmæli frá nevndini í SEV.

Talan var um sama uppskot, sum nevndin setti fram á eykaaðalfundi 29. november.

Fyri uppskotinum vóru 34 atkvøður og 30 vóru ímóti.

Heðin Mortensen, umboð fyri Tórshavnar kommunu, mælti til at hækka prísin við eini helvt, 7,5 oyrum/kWh, og at áleggja nevndini at spara 20 mió. kr.

Atkvøtt varð fyrst um hetta uppskotið. Tað fall við 31 atkvøðum fyri og 33 ímóti.

Elrokningin hækkar 768 kr.

Sambært eykaðalafundarsamtyktini hækkar elprísurin hjá húsarhaldum úr 1,21 kr. til 1,36 kr. fyri kilowatttíman uttan mvg. Elprísurin hjá ídnaðarvirkjum hækkar úr 74 oyrum kWh til 89 oyru kWh.

Miðal elnýtslan hjá sethúsum í Føroyum liggur um 4.100 kWh um árið. Sostatt merkir príshækkingin, at hesi skulu rinda 768 kr. meira í el næsta ár (íroknað mvg).

Heðin Mortensen ynskti at fáa ført í gerðabókina, at "Nevndin saman við eigarunum skal endurskoða langtíðaríløguætlanina í seinasta lagi 1. apríl 2011".

Allar kommunurnar í landinum uttan Viðareiðis kommuna vóru umboðaðar á eykaaðalfundinum í dag.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking