Elprísirnir standa í stað

Umboðsnevndin hjá SEV hevur samtykt at halda fast um somu elprísir í 2006 sum í ár.

Umboðsnevndin hjá SEV hevur samtykt at halda fast um somu elprísir í 2006 sum í ár. Tað merkir, at prísirnir til privat viðskiftafólk verða støðugir sætta árið á rað. Ídnaðarprísirnir lækkaðu 1. januar í ár, og hendan príslegan heldur eisini fram í 2006.


Til tess at halda prísleguna hevur verið neyðugt at rokna við einum undirskoti á fíggjarætlanini fyri 2006 á umleið átta milliónir krónur. Hallið verður fíggjað við gjaldførinum. Elsølan er higartil í ár minkað 1,6 prosent sammett við 2004, og í fíggjarætlanini fyri 2006 verður roknað við somu elsølu sum í ár.


Hóast høgu oljuprísirnir seinastu tíðina eru lækkaðir nakað aftur, so hevur SEV lagt upp fyri at skula brúka umleið 15 milliónir krónur meira í olju í 2006 enn í ár. SEV hevur rættiliga stórar oljugoymslur, og tí varð elframleiðslan ikki ávirkað av høgu oljuprísunum beinanvegin, men nú er neyðugt at leggja upp fyri høgu prísunum.

Íløgur fyri 77,6 mió
SEV ætlar at gera íløgur fyri tilsamans 77,6 milliónir krónur í 2006. Talan er bæði um útbyggingar og neyðugar ábøtur á elkervið. 28,7 milliónir krónur eru settar av til íløgur í framleiðlsuvirkini, og av teimum fara 20 milliónir krónur til Eiði II. 22 milliónir krónur skulu brúkast til býtisvirkini. M.a. skulu sjey milliónir krónur brúkast til at byggja 60kV linjuna millum Skálabotn og Sund.


Ávís óvissa er kortini um tíðarætlanirnar fyri ymsu verkætlanirnar, og hesin peningur verður einans brúktur í fullan mun, um SEV sleppur í gongd við arbeiðini nóg tíðliga á árinum. T.d. skulu byggimyndugleikar, friðingarmyndugleikar og lendiseigarar hava ta tíð, teimum tørvar til, at viðgera Eiði II.


SEV ætlar onki nýtt lán at taka í 2006, og tískil vera íløgurnar fíggjaðar umvegis raksturin og av gjaldførinum, sum í dag er á leið 60,6 milliónir krónur. Íløgur og støðugir elprísir kosta sostatt SEV 47 milliónir krónur burtur av gjaldførinum, sum verður umleið 13,6 milliónir krónur við árslok næsta ár, um øll ætlað arbeiði verða sett í gongd, og um fíggjarætlanin annars heldur.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking