Elprísirnir í Føroyum í dag eru lægri enn í 1993.
Tað slær Elveitingareftirlitið fast í ársfrágreiðing síni fyri 2009/2010.
Sum myndin høgrumegin vísir, hava elprísirnir verið rættuliga støðugir seinastu nógvu árini.
Frá 1993 til ár 2000 var eitt lutfalsliga stórt fall í prísunum - úr 1,39 kr/kWt til 1,11 kr/kWt. Í 2008 hækkaði prísurin við 10 oyrum/kWt, og í ár hækkaði prísurin aftur við 15 oyrum til 1,36 kr/kWt. So framvegis er nominelli prísurin ikki á støði við tað, hann var í 1993.
Uttan MVG
- Rættleitt fyri generella prísvøkstrinum í samfelagnum síðani 1993, kann av hesum útleiðast, at reellu elprísirnir í dag helst eru væl lægri enn teir vóru í 1993, sjálvt við príshækkanini 1. januar 2011, sigur Elveitingareftirlitið.
Viðmerkt verður, at prísirnir omanfyri eru uttan MVG, sum kom í gildi í 1993. Umleið helvtin av nýtsluni hjá SEV er annaðhvørt vinnuligt ella alment virksemi - hin helvtin fer til privata nýtslu.
Sambært "prísroknaranum" á heimasíðuni hjá Hagstovu Føroya samsvara 100 kr. í 1993 við 152,76 í 2006.
Kelda: Ársfrágreiðingin hjá Elveitingareftirlitinum 2009/2010