Elorkan var 60 prosent grøn í 2015

Elorkan var 60 prosent grøn í 2015
Í 2015 framleiddi SEV 60 prosent av elorkuni úr vatni og vindi, samstundis sum elframleiðslan var tann hægsta nakrantíð. Framleiðslan úr olju minkaði góð 16 prosent annað árið á rað

SEV legði enn eitt sera gott og grønt ár aftur um seg, tá ið 2015 fór aftur um bak. Tað vísa framleiðslutølini fyri farna árið, ið sum heild peika rætt vegin.

60 prosent av allari elframleiðsluni stavaðu frá vatni og vindi, og oljuriknu verkini framleiddu sostatt 40 prosent.

- Vit hava rokkið okkara máli fyri 2015, og tað eru vit sera væl nøgd við, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Hann vísir á, at seinastu ferð, SEV framleiddi umleið 60 prosent úr varandi orkukeldum, var í 1973, tá vatnorkan stóð fyri størra partinum av elframleiðsluni, ið tá var nærum fýra ferðir minni enn í dag.

Vindmyllurnar í Neshaga og Húsahaga gera av álvara mun í tølunum, sum vísa, at  vindorkuparturin var 17,8 prosent. Tað er ein framgongd í framleiðsluni úr vindi á 61,8 prosent, sammett við 2014. Battarískipanin í Húsahaga verður tikin í nýtslu í ár, og hon hevur til endamáls at gangnýta vindorkuna betur og harvið økja vindorkupartin næstu árini.

Vatnorkan stóð fyri 42,3 prosentum av elframleiðsluni í 2015, og vatnorkuparturin øktist sostatt tilsamans 10,3 prosent, sammett við 2014.

Vatnorkuverkið á Eiði setti met í 2015. Eiðisverkið framleiddi 68,1 GWt í fjør, og talan er um ein vøkstur á 10,2 prosent, sammett við framleiðsluna á Eiðisverkinum í 2014. Útbyggingar á Eiðisverkinum og nýggi tunnilin oman fyri Norðskála og suður ímóti Selatrað eru høvuðsorsøkin til, at tað er møguligt at framleiða meira úr vatnorku.

Framleiðslan á oljuriknu verkunum lækkaði 16,4 prosent, og hetta er annað árið á rað, at oljuframleiðslan minkar umleið 16 prosent.

Elframleiðslan var tann hægsta nakrantíð í 2015. SEV framleiddi 314,4 GWt í 2015, og tað er 2,95 prosent meira enn í 2014, tá ið elframleiðslan tilsamans var 305,4 GWt.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking