Elorkan var 51 prosent grøn í 2014

Elorkan var 51 prosent grøn í 2014
Grøna orkan yvirhálaði oljuna í fjør, tá SEV framleiddi 51 prosent av elorkuni úr vatni og vindi, samstundis sum elframleiðslan var tann hægsta nakrantíð. Framleiðslan úr olju minkaði 16,5 prosent

SEV liggur trygt á grønu kósini, samstundis sum elframleiðslan var tann hægsta nakrantíð. Tað er niðurstøðan, nú SEV hevur gjørt upp framleiðslutølini fyri 2014.

51 prosent av elframleiðsluni stavaðu frá varandi orkukeldunum – vatni og vindi –

og 49 prosent komu frá oljuriknu verkunum. Harvið er elframleiðslan úr varandi orkukeldum fyri fyrstu ferð síðani miðskeiðis í sjeytiárunum farin upp um elframleiðsluna úr olju, tá talan er um framleiðsluna eftir einum ári.

Vindmyllurnar í Neshaga og Húsahaga síggjast nú av álvara í tølunum. Framleiðslan úr vindorku øktist 58 prosent sammett við 2013, og elframleiðslan úr vatnorku hækkaði 34 prosent í 2014 sammett við árið fyri. Útbyggingar á Eiðisverkinum og nýggi tunnilin oman fyri Norðskála og suður ímóti Selatrað eru høvuðsorsøkin til øktu framleiðsluna úr vatnorku. Framleiðslan á oljuriknu verkunum lækkaði 16,5 prosent.

Elframleiðslan var tann hægsta nakrantíð í 2014, tá ið framleiðslan fyri fyrstu ferð fór upp um 300 Gigawatt-tímar. SEV framleiddi 306 Gigawatt-tímar í 2014, og tað er 4,6 prosent meira enn í 2013, tá ið elframleiðslan tilsamans var 292,5 Gigawatt-tímar.

Til samanberingar kann nevnast, at 39 prosent av elorkuni í Danmark stavaðu frá vindi í 2014, sum er mest týðandi varandi orkukeldan innan elframleiðslu. Tað skrivar heimasíðan hjá DR sambært energinet.dk.

SEV hevur sett sær sum mál, at í øllum førum 60 prosent av árligu framleiðsluni komandi árini skulu stava frá vatni og vindi, og at elorkan verður 100 prosent grøn í 2030.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking