Finn Jakobsen, deildarstjóri, er nýggjur rakstrarleiðari hjá SEV. |
Elnevndin góðkendi á fundi mánadagin 20. mars, at Finn Jakobsen, deildarstjóri fyri býtisvirkini hjá SEV, eisini verður rakstrarleiðari hjá Elfelagnum. Rakstrarleiðarin hevur ábyrgdina av trygdini í SEV, og at sterkstreymsreglugerðin verður hildin.
Klæmint Weihe, stjóri, hevur verið rakstrarleiðari, síðani hann tók við stjórastarvinum fyri skjótt 25 árum síðani, og undan honum røkti fyrrverandi stjórin, Hjalgrím Winther, hetta starv.
Bæði sum rakstrarleiðari og sum deildarstjóri vísir Finn Jakobsen til stjóran, sum hevur tilvísing til stýrið. Undanfarna stýri mælti til, at rakstrarleiðarin skuldi vísa beinleiðis til stýrið. Men nýggja stýrið er av teirri áskoðan, at tað er ein greiðari bygnaður, at stjórin einsamallur vísir til stýrið.
Finn Jakobsen hevur starvast hjá SEV síðani 1. november 1997, og í 2004 tók hann við sum deildarstjóri fyri býtisvirkini. Hann er 38 ár og útbúgvin sterkstreymsverkfrøðingur.