Elkaðal í Rituvík grivin av

Streymurin burturi í 40 minuttir í Runavík og á Toftum - Rituvík liggur framvegis í streymloysi.

Undir vegarbeiði hjá Landsverki á Rituvíkarvegnum seinnapartin, komu teir til at grava ein háspenningarkaðal av, so at streymurin fór í einum parti av økinum.

Hetta hendi um fýra-tíðina seinnapartin.

Runavík, Toftir og Rituvík mistu streymin, meðan blunk órógvaðu elnetið eina løtu í øðrum økjum.

Toftir og Runavík fingu streymin aftur kl. 16.40, meðan Rituvík framvegis liggur í streymloysi.

Tekniski stjórin á SEV, Finn Jakobsen, sigur, at væntandi fær Rituvík streymin aftur um eina løtu umvegis eitt aggregat, ið verður sett upp í bygdini, meðan arbeitt verður við at umvæla háspenningarkaðalin.

(Lagt út uml. kl. 17).


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking