Av tí at sølan av brennievni til fiskiskip hevur verið í minking seinastu tvey árini, er útlátið av vakstrarhúsgassi eisini minkað samsvarandi. Í 2009 varð samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi heili 12% minni enn í 2005. Fallandi virksemi í fiskivinnuni hevur ivaleyst neiligar avleiðingar við sær, men um tølini einans verða sædd í mun til málini í Veðurlagspolitikkinum fyri Føroyar um at minka útlátið við 20%’um í mun til 2005 áðrenn 2020, so ganga tølini rættan veg.
Mynd 1 Gongdin í samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í Føroyum tíðarskeiðið 2005-2009, roknað sum munur í prosentum í mun til útlátið í 2005. Reyða punkteraða linjan vísir málið, sum er 20% undir útlátið í 2005.
Skip og flogfør
Sambært veðurlagspolitikkinum skulu reiðarar seta sær sum mál at fremja orkuoptimering og brúka orkusparandi loysnir fyri at tryggja kappingarføri í fiskivinnuni. Framtíðar fiskivinnupolitikkur skal stuðla undir slíka menning.
Mynd 2 Gongdin í útláti av vakstrarhúsgassi frá skipum og flogførum, árini 2005-2009, roknað sum munur í prosentum í mun til útlátið í 2005.
Útlátið av vakstrarhúsgassi frá fiskiskipum og flogførum var 30% minni í 2009, enn tað var í 2005. Høvuðsorsøkin er minni fiskiveiða. Útlátið frá flogførum var ein knappan fjórðing lægri enn tað var í 2005.
Minni av olju verður brúkt til upphiting
Síðani 2005 er minni av olju brúkt til upphiting, so eisini her gongur rættan veg í mun til settu málini í veðurlagspolitikkinum. Tá minni av olju verður brúkt, minkar útlátið av vakstrarhúsgassi samsvarandi. Hetta sæst aftur í hagtølunum, tí útlátið av vakstrarhúsgassi, sum stavar frá upphiting av sethúsum, handlum og stovnum var 15% lægri í 2009 enn í 2005. Orsøkin til stóra fallið í oljunýtsluni í 2008 og serliga í 2009 er, at rættiliga nógv húsarhald fingið hitapumpu hesi árini og at tað var lutfalsliga lýtt, bæði í 2008 og 2009.
Mynd 3 Gongdin í útláti av vakstrarhúsgassi í sambandi við upphiting av sethúsum, handlum og stovnum árini 2005-2009, víst sum prosent í mun til útlátið í 2005. Reyða punkteraða linjan vísir málið, ið veðurlagspolitikkinum, sum er 50% undir útlátið í 2005
Gongur skeivan veg við varandi orkuni
Fyri at fylgja við hvussu tað gongur at røkka málinum um, at 75% av elframleiðsluni skulu stava frá varandi orkukeldum, er hugt at býtinum millum tær tríggjar orkukeldurnar: olja, vatn og vindur, sum verða brúktar til elframleiðslu í Føroyum.
Mynd 4 (til vinstru) vísir elframleiðsluna (mió. kWh) árini 2005-2009 og hvussu stórur partur av framleiðsluni er grundaður á tær tríggjar orkukeldurnar. Mynd 4 (til høgru) vísir hvussu stórur prosentpartur av samlaðu elframleiðsluni stavar frá varandi orkukeldum. Í 2005-2007 var 45% av elframleiðsluni gjørdur við vatni og vindi. Í 2008 og 2009 fall hetta talið til 39%.
Mynd 4 Elframleiðslan í Føroyum 2005-2009. Myndin til vinstru vísir samlaðu elframleiðsluna í Føroyum og í hvønn mun olja, vatn- og vindorka verða brúkt í framleiðsluni. Myndin til høgru vísir, hvussu stórur prosentpartur av samlaðu elframleiðsluni stavar frá varandi orkukeldum (vatn- og vindorku).
Økta nýtslan av olju skyldast partvíst ein øktan tørv á el, men eisini at minni var til av varandi orku, t.d. var lítið avfall í 2008.
Fyrsta uppgerð
Hetta er fyrstu ferð Umhvørvisstovan hevur skipað hagtølini í mun til málini í Veðurlagspolitikkinum fyri Føroyar, sum varð einmælt samtyktur í Løgtinginum fyri einum góðum ári síðani.