Elframleiðslan úr varandi orku fall 10 pst. í fjør

Bert 29 pst. av framleiðsluni stavaðu frá varandi orku. Høvuðsorsøkin er, at 2010 var vánaligasta regnárið síðani 2001.

Árið í fjør royndist serstakliga illa fyri elframleiðslu úr varandi orku.

Bert 29 pst. av elframleiðsluni í Føroyum í fjør stavaðu frá vatni og vindi. Hetta eru heili 10 pst. minni enn árið fyri.

Sostatt stóð tungolja fyri 71 pst. av elframleiðsluni í 2010. Og tað er tað mesta nakrantíð.

Í 2007 stavaðu sløk 45 pst. av framleiðsluni frá varandi orku.

Vánaligt regnár

Høvuðsorsøkin til óvanliga lítlu úrtøkuna úr varandi orku í fjør var, at 2010 var vánaligasta regnárið síðani 2001. Eisini lá Fossáverkið stilt ein stóran part av árinum vegna skaða og krevjandi umvælingar- og viðlíkahaldsarbeiði.

SEV hevur seinastu 10 árini gjørt regluligar regnmátingar á sjey støðum kring landið.  Øll støðini hava víst væl lægri mátingar í 2010 enn hini árini.

Í miðal regnaði 10-22 % minni í 2010 enn miðal fyri árini 2001-2010. Serliga 1. og 4. ársfjórðingur í fjør góvu minni regn enn vanligt, vísa kanningarnar, sum staðfesta, at sum heild skulu vit aftur til 2001 fyri at finna eitt líknandi turt ár.

 

Elframleiðslan 1,8 pst. hægri enn í 2009

Sambært uppgerð frá framleiðsludeildini hjá SEV, var samlaða elframleiðslan í 2010 1,8 pst. hægri enn árið fyri.

Tilsamans vórðu framleidd 280 GWh ímóti 275 GWh í 2009.

Av hesum stavaðu 200 GWh ella 71 pst. frá oljuriknu verkunum ímóti 170 GWh (61%) árið fyri. 67 GWh ella 24 pst. komu frá vatni ímóti 92 GWh (33,5%) í 2009. 13 GWh ella 4,8 pst. stavaðu frá vindi ímóti 15 GWh (5,4%) árið fyri.

Elframleiðslan í desember í fjør var 1,8 pst. minni enn í sama mánaða í 2009. Her stavaðu bert smá 24 pst. av framleiðsluni frá varandi orku ímóti 40 pst. í desember 2009.

Framleiðslan í meginøkinum vaks í fjør 2,2 pst., meðan framleiðslan í Suðuroy fall 2,3 pst.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking