Elframleiðslan økt 6,5 prosent higartil í ár

Elframleiðslan øktist 6,5 í januar og februar sammett við sama tíðarskeið í fjør. Sostatt helt vøksturin fram fyrstu tveir mánaðirnar í ár, eftir at vøksturin tilsamans í elframleiðsluni í fjør var 5,9 prosent sammett við 2005

Elframleiðslan øktist 6,5 prosent í januar og februar í ár sammett við fyrstu tveir mánaðirnar í 2006. Í Meginøkinum hevur vøksturin verið 5,9 prosent higartil í ár, og í Suðuroy er elframleiðslan økt 13,1 prosent fyrstu tveir mánaðirnar.

Nógva virksemið í samfelagnum hevði við sær, at elframleiðslan tilsamans øktist 5,9 prosent í 2006 sammett við 2005.

Elframleiðslan hjá SEV kom upp á tilsamans 259,5 milliónir kWt í 2006. 100,9 milliónir kWt stava frá vatnorkuni, og tað er tað mesta, sum nakrantíð er framleitt við vatnorku. 15 milliónir kWt vóru framleiddir við vindorku - harav framleiddi SEV 8,1 milliónir kWt, og elfelagið keypti 6,9 milliónir kWt frá Røkt. 143,6 milliónir kWt vóru framleiddir við termiskari orku.


17.03.2025
Earth Hour 2025