Nógva virksemið í samfelagnum hevði við sær, at elframleiðslan øktist 5,9 prosent í fjør sammett við 2005.
Elframleiðslan hjá SEV kom upp á tilsamans 259,5 milliónir kWt í 2006. 100,9 milliónir kWt stava frá vatnorkuni, og tað er tað mesta, sum nakrantíð er framleitt við vatnorku. 15 milliónir kWt vóru framleiddir við vindorku - harav framleiddi SEV 8,1 milliónir kWt, og felagið keypti 6,9 milliónir kWt frá Røkt. 143,6 milliónir kWt vóru framleiddir við termiskari orku.
Økti eftirspurningurin og økta elframleiðslan høvdu við sær, at meginparturin av vøkstrinum var framleiddur við termiskari orku, sum eru grundarlagið undir 55 prosentum av framleiðsluni. Hini 45 prosentini eru framleidd við vatni og vindi.
SEV hevur sett sær fyri at venda hesi myndini á høvdið innan 2015. Málið er, at tá skulu 55 prosent framleiðast við varandi orkukeldum og 45 prosent við termiskari orku. Málið skal m.a. røkkast við vatnorkuútbyggingin í Eysturoynni og fleiri vindmyllum.
Vøksturin í elnýtsluni í 2006 sæst bæði aftur hjá vinnulívinum og húsarhaldum, men enn er ov tíðliga at siga, hvat av hesum økjum hevur størsta vøksturin.